Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan tapti í Vági í kvøld

Oliver Joensen

Fyrri dysturin i steypakappingini ímillum VB og Stjørnuna varð leiktur í Vági í kvøld og fyri fyrstu ferð í meira enn eitt ár, tapti Stjørnan ein dyst.

VB legði betur út og í 11 minutti vóru tær frammanfyri 5-2 og gongdin helt á tað mesta av fyrra hálvleiki sjálvt um Stjørnan eitt skiftið var lomin framum 8-9, so megnaðu tær ikki at halda í fyrra hálvleiki og hálvleikurin endaði við einum sigri til VB við 14-11.
Tá bert 5 minuttir vóru leiktir av fyrra hálvleiki var støðan 17-13 til VB, men móti endanum av dystinum øktist spenningurin tá Stjørnan megnaði frá 23. minutti, tá støðan var 22-18 til VB, støðugt at minka um munin. Men Stjørnuleikararnir vóru kortini ov stuttir, tí tá dómarin bríkslaði dystin av, var støðan 24-23 til VB.
Sum altíð ein sera spennandi dystur millum fremstu liðini í fremstu deildini hjá kvinnum í hondbólti.