Hetta var fyrsti dysturin hjá Stjørnuni eftir skuffandi tapi í seinnu hálvfinaluni í steypakappingini móti VB, og eftir at Simona Petersen hevur vælt at leika við Kyndli, tað sum eftir er av kappingarárinum
Í einum jøvnum og spenndandi dysti í høllini í Runavík í dag mátti Stjørnan lúta fyri VÍF/Tjaldur, tá samanumkom.
Hetta var fyrsti dysturin hjá Stjørnuni eftir skuffandi tapi í seinnu hálvfinaluni í steypakappingini móti VB, og eftir at Simona Petersen hevur vælt at leika við Kyndli, tað sum eftir er av kappingarárinum, og norksi málverjin hjá Stjørnuni eftir egnum ynski er farin heimaftur.
Tað hevur gingið væl hjá VÍF/Tjaldur seinastu dystirnar, so vónirnar vóru kanska ikki tær bestu til, at Stjørnan skuldi gera nakað við VÍF/Tjaldur í dag. Men stjørnuleikarnir vóru tendraðir frá fyrsta bríksli av striddust væl. Í álopinum fungeraði samanspælið millum Lovisu og Duriti Christoffersen væl, og Durita gjørdist eisini toppskjútti hjá Stjørnuni við 9 málum. Tað komu nógv mál í fyrra hálvleiki. Hálvleiksstøðan var 17-17. Tað sigur nakað um, at verjurna ikki hava staðið serliga væl.
Tað gekk eisini jávnt á í seinna hálvleiki. Liðini fingið betur skil á verjupartinum, so tað blivu ikki skotin eins nógv mál, sum í fyrra hálvleiki, men tá samanumkom, dróg VÍF/Tjaldur longra stráið og vann dystin 27-24.
Við sigrinum er VÍF Tjaldur komið ájavnt við Kyndil í kappingini um eitt pláss í fm-finaluni. Hóast tapið, so kunnu leikarnir hjá Stjørnuni verða nøgdir við avrikið. Næsti dystur hjá Stjørnuni verður á heimavølli móti Kyndli komandi vikuskifti.




