Tað verður eitt munandi betur mannað stjørnulið sum í kvøld tekur ímóti EB, enn tað liðið, sum fyri góðari viku síðani mátti leggja rygg til stórtap ímóti Neistanum. Í mun til dystin ímóti Neistanum so verða Durita Ljósstein, Iulia Nalviko og 18 ára gamal Ai Waagstein, sum er komin frá Neistanum til Stjørnuna at leika, við í kvøld.
Roknast kann við einum jøvnum og spenndandi dysti í KÍ-høllini í kvøld.
Annars er liðið hjá Stjørnuni nakað broytt í mun til seinasta ár. Tóra Eliasen er við barn, so hon er ikki við, og beint áðrenn kappingin byrjaði, boðaði Mina Sirdal Henriksen frá, at hon fór at leika við Neistanum. Bergit Svarvadal og Osla Egilsdóttir Berg eru langtíðar skaddar. Men tilgongd er eisini. Danska Julie V. Christensen er komin at standa í málinum, og so er spælskiparin Ai Waagstein komin frá Neistanum.
Dysturin í kvøld verður bríkslaður í gongd kl. 19.00.



