Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan tekur móti H71 í kvøld

Norðlýsið Ítróttur

Í kvøld kl. 18.30 verður dystur í steypakappingin hjá kvinnum í KÍ-høllini millum Stjørnuna og H71.

H71 kvinnurnar eru greitt oddalið í 1. deild. Tær hava higartil vunnið allar dystirnar, og hava ætlanir um at leika í hvonn-deildini komandi kappingarár. So tær skulu avgjørt ikki undirmetast. Fyri viku síðani vóru tær í Vági og leikti móti VB. Hóast tær taptu 28-20, so vóru tær væl við stóran part av dystinum.

Vinnur Stjørnan dystin í kvøld, so fellur avgerðin um, hvørt tað verður Stjørnan ella VB sum saman við Kyndil koma í fjóðringsfinaluna, í Vági komandi sunnudag, tá Stjørnan vitjar VB.