Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan tekur móti steypavinnarunum leygardagin

Hannefíða Joensen

Leygardagin kl. 16:00 tekur Stjørnan móti nýkosnu steypavinnarunum úr Kyndli. Kyndlakvinnurnar hava higartil havt eitt gott kappingarár. Tær ligga á odda í landskappingini, og seinasta vikuskifti vunnu tær steypakappingina.

Fyri uml. 14 døgum síðani leiktu Stjørnan og Kyndil dyst í steypakappingini. Í fyrra hálvleiki var gekk ógvuliga javnt á, men í seinna hálvleiki var Kyndil greitt betra liðið. Viðmerkjast skal, at Mina Sirdal, sum í fleiri dystum hevur verið toppskjútti hjá Stjørnuni, í tí dystsinum fekk triðju útvísingina longu í fyrsta minutti av øðrum hálvleiki og harvið reyða kortið. Tað varð ein dyggur smeitur fyri Stjørnuni.

Tað er onki at ivast í, at Kyndil er favorittur til at vinna dystin leygardagin, men um stjørnukvinnurnar hava ein góðan og geva sær tol spæla og minimerað mistøkini, so kann talan gott blíva um ein góða dyst.

Dysturin skuldi upprunaliga verða sunnudagin, men orsaka av dómaratrupuleikum, er dysturin framfluttur til leygardagin.