Eftir góða úrslitið móti Neistanum hóskvøldið, skulu stjørnukvinnurnar longu í eldin aftur sunnudagin, tá tær fáa vitjan av StÍF.
Kappingin er júst byrjað, so ilt er at meta um, hvussu liðini eru fyri. Sum skilst, so hevur StÍF á leið somu manning sum seinasta kappingarár. Seinasta vikuskifiti leiktu tær móti VÍF, sum verður mett, at verða eitt lið sum avgjørt fer at gera seg galdandi í oddinum. Tað gekk javnt á stóran part av dystinum, og tað var ikki tann stóri munurin á liðunum. VÍF vann tó dystin 26-21.
Roknast kann við einum jøvnum og spennandi dysti í KÍ-høllini sunnudagin. Dysturin byrjar kl. 15:00




