Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan til Vágs sunnudagin

Oliver Joensen

Spenningurin í oddinum hjá bestu kvinnudeildini økist. Sunnudagin verður oddadystur í Vági, tá VB fær vitjan av Stjørnuni

Eftir at Neistin seinasta vikuskifti vann á Tjaldur, er rættiligur spenningur komin í kappingina hjá kvinnumum um at náa einum finaluplássi. Enn liggur Stjørnan greitt á odda við 25 stigum, á øðrum plássi er VB við 20 stigum, Neistin er nr. trý við 19 stigum, meðan Tjaldur er á fjóðra plássi við 18 stigum. Men Tjaldur hevur leikt ein dysti færri enn hini oddaliðini.
Talan er sostatt um oddadyst, tá Stjørnan sunnudagin vitjar VB. Dysturin hevur stóra týdning fyri bæði liðini. Vinnur Stjørnan, hava tær so gott sum tryggjað sær fyrsta plássið, meðan VB við einum sigri kann taka eitt avgerðandi stig nærri einum finaluplássi.
Møguleikarnir hjá norðoyingum at fara ein túr til Vágs at stuðla Stjørnuni eru góðir. Smyril siglur av Havnini sunnumorgunin kl. 9:30. Dysturin byrjar kl. 15:00.

Harleyfacadeacryl