Í gjár sunnudagin hittust Stjørnan og VÍF í Ítróttarhøllini í Klaksvík. Kravið til VÍF var ein sigur, um tær skuldu halda tætta sambandið við oddin.
Men tað gekk ikki. Stjørnan var sera vælleikandi í fyrra hálvleiki. Stjørnan kom framum við trimum málum áðrenn VÍF fekk fyrsta málið og Størnan kom upp á seks mál áðrenn VÍF fekk næsta málið.
Fyrri hálvleikur endaði við 17-10 til Stjørnuna.
Í seinna hálvleiki tók VÍF seg um reiggj og minkaði støðugt um munin. Upp undir endan av dystinum var málmunurin svunnin til bert eitt mál, men í seinastuni dróg Stjørnan aftur frá, soleiðis at endaliga úrslitið gjørdist 27-24. Alina Olaru, sum er nýggi leikarin hjá Stjørnini var inni í dystinum í løtum og sýntist hon at roynast væl, hóast hon fyrstu ferð vandi við Stjørnuni í vikuni.




