2. lið hjá Stjørnuni sum hevur spælt í 3. deild er nú komið upp í 2.deild.
Hetta gjørdist greitt eftir at TB sum liggur nr. 2 í kappingini leikt seinasta dystin í vikuni móti EB á Eiði. TB tapti dystin 15-13 og endaði tí á 22 stigum.
Men hetta er ikki nóg mikið tí Stjørnan hevur somuleiðis 22 stig, men munandi betri málmun, og harafturat hevur Stjørnan ein dysti eftir, sum verður móti Neistanum í Klaksvík.
Sostatt hevur Stjørnan vunnið sær umboðan í øllum deildum á kvinnu síðuni, og hetta er óivað fyrstu ferð í søgu felagsins.




