Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan út á Skála týskvøldið

Oliver Joensen

Nú byrjar bólkaspælið í steypakappingini, og skulu kvinnurnar hjá Stjørnuni leika fyrsta dystin í bólkaspælinum týskvøldið á Skála móti StÍF.

Liðini eru býtt í tveir bókar. Stjørnan er í bólki við Neistanum og StÍF. Í hinum bólkinum eru Kyndil, VÍF og VB og H71.

Reglurnar fyri steypakappingina eru tær, at tvey tey ovastu liðini í hvørjum bólki koma í hálvfinaluna.

Sostatt er ógvuliga umráðandi hjá stjørnukvinnunum at vinna ímóti StÍF týskvøldið. Dystirnir millum hesi bæði liðini eru mangan rættiliga javnir, so dysturin týskvøldið kann fara báðar vegir. Seinast liðini møttust, var í KÍ-høllini fyri góðari viku siðani. Tann dystin vann Stjørnan 20-17.

Norðlýsið hitti nakrar av leikarunum hjá Stjørnuni, tá tær vandu fríggjakvøldið, og søgdur tær, at tær vóru rættiliga spentar til dystin týskvøldið, og væntaður tær ein javnan og spennandi dyst. Tær vónaðu, at nógv viðhaldsfólk komu at stuðla teimum. Dysturin byrjar kl. 18:30.