Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan vann 24-14 á Neistanum b

Oliver Joensen

Fremsta kvinnuliðið hjá Stjørnuni hitti Neistan b í KÍ-høllini í kvøld, og hóast munurin var stórur móti dystarenda, so kann Stjørnan valla vera nøgd.

Hóast Stjørnan var omaná allan fyrra hálvleik, so gekk sera javnt á og tá 19 minuttir vóru leiktir stóð á jøvnum 5-5. Fyrri hálvleikur endaði við eini teprari 8-6 leiðslu til Stjørnuna.

Í seinna hálvleiki var spælið hjá Stjørnuni betur skipað og Stjørnan dróg alsamt frá Neistanum B. Í seinna parti av seinna hálvleiki valdi venjarin at seta ungu leikararnar inn og sigast má, at tær megnaðu eins væl og tær garvaðu at spæla upp til Neistan.

Samanumtikið kann sigast at leikliga megnaði Stjørnan ikki nóg væl at seta næstbesta liðið hjá Neistanum í steypakappingini upp á pláss, og serstakliga ikki í fyrra hálvleiki.

Um Stjørnan skal gera sær vónir um eitt gott úrslit leygardagin kl. 15.00 tá tær fáa vitjan av VB, so skal broyttur hugburður til.