Ikki sørt av spenningi var upp undir dystin ídag hjá Stjørnuni ímóti Kyndli, tí Kyndil hevði styrkt um liðið í mun til seinasta ár.
Hóast Kyndil eftir trilvandi byrjan frá báðum liðum fekk fyrsta málið í dystinum, so legði Stjørnan seg framum tá 7 minuttir vóru leiktir og helt leiðsluplássið allan dystin.
Hálvleiksstøðan var 12-9 til Stjørnuna. Beinanvegin í seinna hálvleiki dróg Stjørnan frá, og tá 14 minuttir vóru leiktir, var støðan 17-10 til Stjørnuna, Og hóast Kyndil eitt skifti í seinna hálvleiki bert var fýra mál aftanfyri, so kom ongantíð rættuligur spenningur í, tí Stjørnan var sterkara liðið allan dystin.
Úrslitið gjørdist ein tryggur 24-15 sigur til Stjørnuna.




