Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan vann 24-21 á Neistanum

Oliver Joensen

Dysturin í Havn ímillum bestu kvinnuhondbóltsliðini hjá Neistanum og Stjørnuni er av og Stjørnan dróg longra stráið.

Seinastu minuttirnar av seinna hálvleiki gjørdust sera spennandi, munurin minkaði eitt skiftið niður í eitt mál og dysturin kundi fara báðar vegir. Men so tók Stjørnan seg saman og fekk nøkur skjót mál, soleiðis at endaliga úrslitið gjørdist 24-21 til Stjørnuna, tillukku við tí Stjørnan.

Næst á skránni hjá Stjørnini verður semifinalan í steypakappingini í Havn og aftur hesaferð skal Stjørnan hitta Neistakvinnurnar. Hesin dysturin skal leikast týsdagin eftir skránni, nær týsdagin hava vit ikki frætt um enn. So sigast má, at lagt er upp til eina spennandi semifinalu.



57 minuttir leiktir

Stjørnan steðgaði upp eina løtu og Neistin spældi seg upp á 18-16 til Stjørnuna og síðani hevur gingið javnt á.

Stjørnan steðgaði upp eina løtu og Neistin spældi seg upp á 18-16 til Stjørnuna og síðani hevur gingið javnt á.

Vit frætta úr Havn at dysturin gerst alsamt meira spennandi, ikki minst tí at Stjørnan steðgaði upp eftir eina góða periodu og nú 25 minuttir eru leiktir eru bert tvey mál á muni 22-20 til Stjørnuna.







37 minuttir



Rættulig gongd komin á Stjørnuna



Nú sjey minuttir eru leiktir av seinna hálvleiki, hevur Neistin onki mál fingið ímeðan Stjørnan hevur fingið trý.



Stjørnan hevur havt eina sera góða priodu nú ímóti Neistanum í Havn. Tær byrjaðu har tær sleptu í seinna hálvleiki, okkara stjørnur, og hava ikki loyvt Neistanum framat fatinum tað sum farið er av seinna hálvleiki og Stjørnan liggur tí nú á odda við seks málum, nevniliga 15-9 til Stjørnuna.















Hálvleiksstøðan







9-12 til Stjørnuna í hálvleikinum.







Neistin og Stjørnan leika dyst í bestu kvinnudeildini, og seinastu 10 minuttirnar hevði Stjørnan rættuliga takið á Neistanum.







Eftir at Neistin hevði verið betra liðið teir fyrstu 20 minuttirnar av fyrra hálvleiki, gjørdi Stjørnan eitt rættuligt lop seinastu 10 minuttirnar við at fara frá 6-7 tapi til 12-9 leiðslu, nú fyrri hálvleikur er av, so sigast má at Stjørnan hevur eitt gott útgangsstøði til seinna hálvleik.































24. minuttir leiktir















Tað hevur gingið sera javnt á teir fyrstu minuttirnar og nú eru leiktir 20 minuttir.















Vit frætta frá heimildarmanni okkara í Havn, at dysturin higartil hevur verið sera javnur, tó hevur Neistin havt takið á Stjørnuni og hevur lagt seg á odda við 7 málum móti 6.















Beint nú í skrivandi stund eru 24 minuttir farnir, og hesar seinastu minuttirnar hevur tað eydnast Stjørnuni at lagt seg framum 9-8, so tað gongur hart á.