1. kvinnuliðið hjá Stjørnuni hevði ein rættuliga góðan dag í dag í KÍ-høllini. Í einum spennandi dysti vunnu tær á toppliðinum VB
Tað var Stjørnan, sum legði best út og komu framum við fýra málum, men so kom VB fyri seg. VB kom upp á javnt fyrst og í hálvleikssteðginum var støðan 8-13 til VB.
Fáur hevði trúð at Stjørnan kundi koma so stórt aftur. Men í seinna hálvleiki skoraði Stjørnan 18 mál ímeðan VB bert fekk 5 mál ígjøgnum. Dysturin endaði sum sagt við einum tryggum 26-18 sigri til Stjørnuna.




