Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan vann stórsigur í Havn í dag

Oliver Joensen

Tað gekk væl hjá Stjørnuni ídag í dystinum ímóti Neistanum, Stjørnan kom framum við 8 málum ímóti tveium eina løtu í fyrra hálvleiki.

Hóast tað gekk sera væl í byrjanini hjá Stjørnuni ídag og tær komu heilt upp á 8-2, so endaði fyrri hálvleikur javnur 13-13. Men í seinna hálvleiki vísti Stjørnan hvat var sterkara liðið og dróg alsamt frá Neistanum og dysturin endaði við heili 28-20 til Stjørnuna og sigast má, at Stjørnan hevur verið so nógv tað sterkasta liðið í fyrru hálvu av kappingini.
Sagt verður annars úr Havn, at dysturin var eitt sindur rótutur millum annað brendi Neistin nógv og spælið hjá Stjørnuni gekk ikki altíð sum ta átti, men klassamunur var á liðunum. Agne stóð ein góðan dyst í málinum og Rannvá tók tvey av trimum straffikøstum, sum hon varð sett inn at verja fyri. Alina Olaru var sum so mangan stóri spælarin ídag. Joan fekk tríggjar ferðir gult kort og sá tí reyða kortið og kann ikki vera við næsta dystin hjá Stjørnuni.

Harleywoodpaint