Í høllini á Skála hittust Stíf og Stjørnan ídag í landskappingardysti. Endaliga úrslitið gjørdist ein stórsigur til Stjørnuna sum vann við 34 málum ímóti 19
Hóast tað gjørdist ein stórsigur, so megnaði Stíf væl í fyrra hálvleiki at halda Stjørnuni aftur, og í tíðum vóru strandakvinnur frammanfyri í hesum hálvleikinum. Hálvleiksstøðan gjørdist 17-14 til Stjørnuna.
Men í seinna hálvleiki økti Stjørnan alsamt um leiðsluna, soleiðis at endaliga úrslitið gjørdist ein greiður 34-19 sigur til Stjørnuna.




