Kristoffur Ragnarsson sigur, at Stjørnan er um at fáa endaliga hópin uppá pláss fyri komandi kappingarár.
Kristoffur Ragnarsson sigur, at Stjørnan er um at fáa endaliga hópin uppá pláss fyri komandi kappingarár.
Stjørnan hevði tað trupult í fjør, tá liðið nærum byrjaði heilt av nýggjum við ungum leikarum og so einstøkum útlendskum styrkum. Avtala bleiv seinasta ár gjørd við venjaran Gheorghe Ionel um at halda fram í felagnum hetta komandi kappingarárið. Og í kvøld sigur Kristoffur Ragnarsson, sum er formaður í Stjørnuni, at Stjørnan hevur gjørt avtalu við málverjan Raluca Ungureanu, sum eisini vardi málið hjá Stjørnuni í fjør. Kristoffur sigur, at arbeitt verður við at fáa aðrar avtalur uppá pláss seinni í hesi vikuni.
Føroyska hondbóltskappingin byrjar um 26 dagar, 28. september.




