Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnukokkarnir farnir í gongd

FRIGG

FRIGG: Nú nærkast av álvara til fyrsta norðuratlantiska brakið í Kongens Hava, og tað merkist í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, har stjørnukokkarnir Gutti Winther og Kenneth Krikedal eru byrjaðir at gera forkunnuga matin tilreiðar.

Frigg maskinan er av álvara farin í gongd, og tað merkist bæði í Føroyahúsinum og í Kongens Hava, nú tað verður gjørt klárt til stóra brakið, sum byrjar fríggjadagin klokkan 15.00.

Gutti Winther og Kenneth Kirkedal standa á odda fyri matinum á festivalinum, sum verður gjørdur burturúr góðskurávørum úr Føroyum, Íslandi, Grønlandi og Danmark.

– Vit hava fingið íblástur frá teimum fýra londunum, sum vera við á Frigg, og hava valt tær bestu rávørurnar burturúr mongdini, sigur Gutti Winther.

Og honum so líkt, verður tað gjørt nógv burturúr hesum rávørum.

– Maturin verður borðreiddur í vøkrum “picnic” kurvum, tí tað er summar, tað er Kongens Havi og tað verður forkunnugt, sigur stjørnukokkurin við einum skálkabrosi.

Les meira um Frigg Festivalin á Facebook ella á friggfestival.com