Fyri at vísa føroyingum og útlendingum hvussu støði er á teimum føroysku kampingplássinum, hevur kamping felagið í Føroyum gjørt eitt stjørnu system.
Fyri at vísa føroyingum og útlendingum hvussu støði er á teimum føroysku kampingplássinum, hevur kamping felagið í Føroyum gjørt eitt stjørnu system.
Camping.fo hevur eina heimasíðu sum eitur “camping.fo” har kann man síggja hvussu nógvar stjørnur tað einstaka kampingpássi hevur.
Camping.fo hevur gjørt tvær A3 plakatir sum eru send til øll kampingpláss, kunningarstovur, Smyril Line, Norrønu og Visit Faroe Islands. Plakatirnar blivu sendar út í juni.
Tann eina plakatin er av kampingplássum í Føroyum og hin er hvussu reglarnar eru fyri stjørnurnar. Reglarnar standa á Føroyskum, Enskum og Týskum.
Kampingplássini hava møguleika at keypa sær stjørnur frá Camping.fo. Sum tey so kunna hanga upp.
Hetta er eitt royndar ár, so onkrar tillagingar skula nokk til.
Vit fara at eftir meta hetta aftur í vetur, so man kann byrja ordiligt í 2015.
Nevndin




