NUMO, løggilt grannskoðanarvirki hevur aftur í ár greinað fiskiflotan. Greiningin fevnir – við fáum undantøkum – um skipini yvir 110 tons (línuskip) ella hava maskinorku yvir 400 HK (trolarar v.m.) samsvarandi flokkingina í lógini um vinnuligan fiskiskap.
NUMO, løggilt grannskoðanarvirki hevur aftur í ár greinað fiskiflotan. Greiningin fevnir – við fáum undantøkum – um skipini yvir 110 tons (línuskip) ella hava maskinorku yvir 400 HK (trolarar v.m.) samsvarandi flokkingina í lógini um vinnuligan fiskiskap.
Viðheft er ein greining av línuflotanum fyri tíðarskeiðið frá 2009 til 2013 saman við einum grafi, sum vísir, hvussu gjaldførið frá rakstrinum (EBITDA) hevur broytt seg, frá fiskidagaskipanin kom í gildi í 1996 og fram til 2013. EBITDA er úrslit áðrenn rentur, avskrivingar og skatt. Í grafinum sæst eisini, hvussu veðskuld + bankaskuld hevur broytt seg frá 1996 til 2013. EBITDA er tað gjaldførið, ið kemur frá rakstrinum til at rinda rentur og avdráttir. Í 2013 sæst, at avmarkað gjaldføri kemur frá rakstrinum til at gjalda rentur og avdráttir við. Tó skal nevnast, at tað eru nøkur línuskip, sum hava rímiligt gjaldføri frá rakstrinum.
At støðan er hættislig hjá nógvum av línuskipunum hevur leingi verið alment kent. Undanfarnu greiningarnar gjørdar av roknskapunum hjá skipunum í bólkinum undir einum vísa, at hall hevur eyðmerkt hesa vinnuna seinastu nógvu árini, samstundis sum flotin alsamt er minkaður. Hóast flestu línuskipini hava íslandskvotu, so sýnist ongin greiður samanhangur at vera millum úrslit og íslandskvotuna, tó at tað er kunnugt, at hesar kvotur vanliga geva eitt munandi íkast til raksturin.
Tað er greitt, at okkurt munagott skal til fyri at betra um karmarnar hjá hesum skipabólki, ið hevur nógv fólk í arbeiði og er eisini grundarlag fyri týðandi vinnu á landi og hevur potentiali fyri at landa fisk av serliga høgari góðsku. Samanumtikið kann sigast um skipini í hesum bólki, at tey eru gyrd inni í nøkrum kørmum, ið ikki eru nøktandi. Eitt opið føroyskt hav kundi verið við til at varðveitt hendan partin av flotanum, skilt á tann hátt at møguligt kundi verið at útvega sær veiðiloyvir, ið hóska til hendan fiskiskapin, á øllum teimum økjum, har landið hevur ræði á fiskirættindum.
Vit fara í komandi tíð at almannakunngerða greiningar fyri hinar skipabólkanar og draga saman um.
Sí viðheftu greining av línuskipunum omanfyri 110 tons.




