Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Støðan er ikki ”optimal” fyri ríkisfelagsskapin

John William Joensen

Í samrøðu við Norðlýsið viðgekk danski uttanríkisráðharrin at tað at føroysk skip frá í morgin ikki sleppa í danska havn, er ikki optimalt fyri ríkisfelagsskapin

Í samrøðu við Norðlýsið viðgekk danski uttanríkisráðharrin at tað at føroysk skip frá í morgin ikki sleppa í danska havn, er ikki optimalt fyri ríkisfelagsskapin

Í morgun var tíðindafundur í Tinganesi har danski uttanríkiráðharrin, Villy Søvndal, var á vitjan. Á skránni fyri fundin við Løgmann í gjár var handilsstongsulin føroyskur limaskap í WTO og handilsavtala við Russland.

Í samband við tíðindafundin í morgun, vóru flestu spurningarnir til uttanríkisráðharran um handilsstongsulin.

Her vísti uttanríkisráðharrin at Danmark var endað í einari ósemju, sum Danmark ikki eigur part í, tí fiskivinnupolitikkur er føroyskt málsøki. Men samstundis gjørdi hann greitt at danska stjórnin hevði gjørt alt fyri at forða fyri at ES tiltøkini vóru sett í verk, men at hetta ikki bar á mál. M.a. hevði danska stjórnin, gjøgnum donsku sendistovurnar, í tveimum umførum sett seg í samband við stjórnirnar í øllum ES limalondunum, og so seint sum í seinastu viku hevði danski statsministarin sett seg beinleiðis i samband við ES forsetan.

Vit eru í sama parti, og vit stuðla eisini avgerðini at fara í gerðarrætt við málinum.

Eftir tíðindafundin hitti Norðlýsið danska uttanríkisráðharran og setti honum henda spurning:

Synes udenrigsministeren, at det faktum at danske havne nu for første gang í vores fælles historie bliver stængt for færøske skibe er en holdbar situation for rigsfællesskabet?

Danski uttanríkisráðharrin endurtók, at Danmark hevði gjørt alt sum gerast kundi fyri at forða fyri at handilstiltøkini vóru sett í verk.

– Men tað er klárt at nú handilsstongsulin verður settur í verk, er tað ein veruleiki at føroysk skip, sum hava fiska ella føra sild og makrel, verða burturvíst úr donskum havnum. Støðan er ikki optimal fyri ríkisfelagsskapin, men hetta er ikki eitt stríð millum Føroyar og Danmark, men ES og Føroyar.