Harleywoodpaint

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Støðan í fiskivinnuni ávirkar beinleiðis kommukassan

John William Joensen

Borgarstjórin, Gunvá við Keldu, váttar at inntøkurnar hjá Klaksvíkar Kommunu frá persónsskattinum fyri desember mánaða vóru 25% lægri í ár enn um somu tíð í fjør

Sambart nýggjastu tølunum hjá Klaksvíkar Kommunu er inntøkan av persónsskattinum fyri desember mánaða 10 milliónir krónur í mun til 13 milliónir krónur í fjør.

– Seinastu tríggir mánaðarnir hava verið sera óvanligir hjá okkum. Vánaligt veður, vánaligir fiskaprísr og so tað at Kósavirkið hevur ligið stilt ger at fólk eru sera varðin og hetta sæst eisini aftur í inntøkunum hjá kommununi.

– Hóast útlitini í løtuni ikki eru tey bestu, so vil eg ávarað ímóti at leggja ov nógv í hesi tølini. Vit eiga tó at taka hetta sum eina ábending um hvat vit kunnu vanta og so arbeiða út frá tí.

– Vit fylgja sera væl við gongdini og tá fíggjarnevndin kemur saman í næstum fara vit at viðgera støðuna.