Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Støði millum føroyskar serlæknar als ikki nøktandi

Norðlýsið

– Føroyska heilsuverki kemur ongantíð at hava sama støði sum danska og onnur heilsuverk í stóru londunum kring okkum kunnu bjóða – til tess er sjúklinga grundarlagið ov lítið. Serliga millum føroysku serlæknarnar er støðan ikki nøktandi og tað kemur av at vit í Føroyum hava upprætta deildir kring teir læknar sum nú einaferð eru komnir til Føroya. Tað er vorðin ein føst siðvenja í okkara heilsuverki at viðgerir sum kunnu gerast í Føroyum – skulu gerast í Føroyum. Henda serføroyska mentanin innan heilsuverki hevur tað vanlukkuligu avleiðing at føroyskir sjúklingar í dag fáa viðgerir sum als ikki liva upp til teir standardir sum kravdir verða í londunum kring okkum og her hugsið eg fyrst og fremst um skurðviðgerir av krabbameinssjúklingum, sum í dag einans eru savnaðar á stórum serdeildum uttanlanda, men sum vit framvegis viðgera á Landsjúkrahúsinum

– Føroyska heilsuverki kemur ongantíð at hava sama støði sum danska og onnur heilsuverk í stóru londunum kring okkum kunnu bjóða – til tess er sjúklinga grundarlagið ov lítið. Serliga millum føroysku serlæknarnar er støðan ikki nøktandi og tað kemur av at vit í Føroyum hava upprætta deildir kring teir læknar sum nú einaferð eru komnir til Føroya.

Tað sigur 68 ára gamli yvirlæknin og skurðlækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsið – Jákup Petersen.

Hann er ein ímynd av Klaksvíkar Sjúkrahúsið og hóast hann er farin um pensjónsaldur – so hevur hann ikki ætlanir at gevast og broyta virkna og krevjandi daglig dagin út við eina stilla pensjónist tilveru. Umframt at verða ein dugnaligur skurðlækni er hann minst líka kendur fyri sínar bersøgnu viðmerkingar og hevur íðin tikið lut í almenna orðaskiftinum um Føroyska heilu- og sjúkrahússverkið.

Tá vit hittu hann á málið hevði hann ikki nógva tíð at práta tí hann skuldi við flúgvara av landinum yvir til sjúkrahús í Svøríki har hann eisini starvast um yvirlækni hálva tíð.

– Eg havi virka í nógv ár í føroyska heilsuverkinum og eg má siga sum er at um eg ikki eisini hevði starvast uttanlanda og har fingið neyðugar royndir og førleikar – so hevði eg ikki komið mær at bjóða meg fram sum lækni í føroyska heilsuverkinum. Og tað er eisini sjón fyri søgn at støði millum føroyskar serlæknar í Føroyum als ikki er tað sum man í dag roknar við í londunum kring okkum. Tað er eisini ein orsøk til tað.

– So leingi sum eg framhaldandi eri íðin, forvitin og grammur innan fakið so ætli eg mær ikki at gevast – men havi eg lív og heilsu til eg fylli 70 ár veri eg noyddur at seta ferðina niður, sigur Jákup Petersen.

Tíðir broytast

Jákup Petersen sigur at á Klaksvíkar Sjúkrahúsið er virksemið sera nógv broytt.

– Fyri 14 til 15 ár síðan var málið hjá sjúkrahúsinum at hava førleikar soleiðis at mann gjørdi eitt sindur av øllum. Í dag gera vit minni við tann akutta partin og meira við tann planlagda.

– Taka vit mítt økið sum er ortopædi so er sera nógv broytt. Vit hava spesialisera og ment okkum í kikara ortopædi og serliga tann partin sum hevur við útskifting av liðum, mjadnum og gomlum protesum. Harafturat hava vit ment okkum á nýggjum økjum so sum barnaortopedi, hondkirurgi, ryggkirurgi og akslakirurgi.

– Spola vit tíðina 10 til 15 ár aftur so vóru sjúklingarnir innlagdir tveir dagar áðrenn sjálva skurðviðgerina í knæðnum til kanningar. Eftir kikara skurðviðgerina lá sjúklingurin á sjúkrahúsinum úr tveimum døgum upp til eina til tvær vikur. Sjálv skurðviðgerin vardi ein til tríggjar tímar.

– Í dag koma sjúklingarnir fastandi á sjúkrahúsið beint áðrenn sjálva skurðviðgerina og sjálv skurðviðgerin tekur vanliga einar 20 til 30 minuttir. Holini eftir kikaraútgerðina eru so smá at vit brúka ikki longur pentir til at seyma tey aftur við, og løtu seinri gongur sjúklingurin á egnum beinum av skruðdeildini og heim til hús.

– Fimm skuðlæknar við hvør sínum spesiali innan ortpædiina eru knýttir at Klaksvíkar Sjúkrahúsið og vitjað javnan og 70 til 80% av sjúklingunum sum vit viðgera koma og fara sama dag.

– Í dag gera vit sum sagt meira og meira við tann planlagda viðgerar partin og minni og minni við tann akutta partin og svara hetta væl til tað sum hendir í londunum kring okkum.

– Tað er eingin loyna at fysisku karmarnir á Klaksvíkar Sjúkrahúsið eru ikki longur tíðarhóskandi. Vit hava nú eitt so stórt plásstrot, at verður onki gjørt við hetta so fellur stórur partur av virkseminum á sjúkrahúsinum niðurfyri. Harafturat eru rúm og skilaveggir úr betong og tí ikki eins lættir at broyta og tillaga til tað virksemið sum krevst í dag og tí er ein stórur tørvur á nýbygging til tíðarhóskandi karmar.

Góð tænasta er lykilin

Jákup Petersen ásannar at stytta farleiðin við meginøkið og Landssjúkrahúsið er eitt argument fyri at niðurleggja Klaksvíkar Sjúkrahús men tað verður brúk fyri Klaksvíkar Sjúkrahúsið soleingi sum vit megna at halda eitt høgt tænastustøði.

– Í dag merkja vit væl at sjúklingar úr øllum landinum ynskja at koma til Klaksvíkar Sjúkrahús og tað má verða tí at vit hava megna at veitt eina góða tænastu. Helvtin av mínum sjúklingum koma aðrastaðni frá og kanningar millum sjúklingar í føroyska sjúkrahúsverkinum hava ferð eftir ferð víst at Klaksvíkar Sjúkrahús er best dámt millum sjúklingarnar.

– Føroyska heilsuverki kemur ongantíð at hava sama støði sum danska og onnur heilsuverk í stóru londunum kring okkum kunnu bjóða – til tess er sjúklinga grundarlagið ov lítið.

– Serliga millum føroysku serlæknarnar er støðan ikki nøktandi og tað kemur av at vit í Føroyum hava upprætta deildir kring teir læknar sum nú einaferð eru komnir til Føroya.

– Spola vit tíðina 30 til 40 ár aftur so fingu serlæknarnir alla sína útbýgving í útlondum og arbeiðsroyndir áðrenn teir komu til Føroyar – men í dag hava teir tikið sína útbúgving í modulum og hava í stóran mun bara arbeitt í føroyska heilsuverkinum.

– Tann tænasta vit sum heilsuverk og sjúkrahús megna at veita er lykilin til eitt gott heilsuverk og tá vit nú tosað um Klaksvíkar Sjúkrahús er rákið í londunum kring okkum at planløgdu viðgerðirnar verða lagdar í smærri eindir tí tað er rationellari og bíligari. Tað akutta og kompliseraða verður savna á sentralsjúkrahúsum.

– Dupultfunktiónir er eitt vítt hugtak men tað kemst ikki uttanum at vit í Klaksvík á mangan hátt hava uppliva at tá vit hava verið framsíggin og stovna eina nýggja viðgerð ja so er hetta kopiera aðrastaðni. Eg kundi nevnt eina røð av viðgerðum sum í dag eisini verða gjørdar á Landsjúkrahúsinum – so um talan verður um at niðurleggja dupultfunktiónir so síggi eg fyri mær at fleiri av sokallaðu planløgdu viðgerðinum verða niðurlagdar á Landsjúkrahúsinum.

– Tað er sum sagt eisini í tráð við gongdina í londunum kring okkum.

– Men eg haldi tað hava stóran týdning at politiska skipanin nú hevur sett sær fyri at definera hvat innihald føroyska heilsuverkið skal hava tí hetta hevur ongantíð verið gjørt. Vit hava bygt serlæknadeildir upp kring teir læknar sum einaferð komum til Føroyar og støðið er eisini har eftir.

Tað er ábyrgdarleyst at sjúklingar við krabbameini verða skurviðgjørdir í Føroyum

Føroyska heilsuverkið hevur ein stóran hugburðstrupuleika, sum viðførir at føroyskir sjúklingar í dag fáa bjóðað viðgerð, sum als ikki lúka tey krøv, sum verða sett í londunum kring okkum. At vit framhaldandi skurðviðgera krabbameins sjúklingar í Føroyum er burtur við og eigur at halda uppat í stundini, sigur yvirlæknin.

Landstýrismaðurin er nógv kritiseraður fyri ikki at hava raðfest hvar í heilsuverkinum ymisku viðgerirnar eiga at verða, men Jákup Petersen sigur at Føroyska Heilsuverkið hevur ein nógv størri trupuleika.

Tað er vorðin ein føst siðvenja í okkara heilsuverki at viðgerir sum kunnu gerast í Føroyum – skulu gerast í Føroyum. Henda serføroyska mentanin innan heilsuverki hevur tað vanlukkuligu avleiðing at føroyskir sjúklingar í dag fáa viðgerir sum als ikki liva upp til teir standardir sum kravdir verða í londunum kring okkum og her hugsið eg fyrst og fremst um skurðviðgerir av krabbameinssjúklingum, sum í dag einans eru savnaðar á stórum serdeildum uttanlanda, men sum vit framvegis viðgera á Landsjúkrahúsinum.

Vit noyðast altíð at liva við at føroyska Heilsuverki ikki fer at liva upp til teir standardir sum verða kravdir í norðurlondum, tí vit fara ongantí at hava sama sjúklinga grundarlag. Men tað er neyðugt at vit kunna sjúklingar um hetta og tað er í veruleikanum ikki so nógv dýrari at senda sjúklingar til serfrøði uttanlanda enn at gera skurðviðgerð í Føroyum, men hetta valið hava sjúklingar als ikki í dag. Teir verða viðgjørdir í Føroyum einans tí at ein serlækni er tøkur í føroyska heilsuverkinum og eru tí undirlagdir viðgerartilboð sum ikki eru nøktandi – uttan nakra haldgóða orsøk..

Eiga at steðga við skurðviðgerum av krabbameinssjúklingum

Fyri kortum var skurðdeild fyri krabbameinssjúklingar niðurløgd á einum donskum sjúkrahúsið tí deyðiligheitin millum sjúklingar var ikki nøktandi. Í norðurlondum verður hetta tikið í stórum álvara tí tað stendur um lív hjá sjúklingum og einans tey størstu og bestu sjúkrahúsini sleppa at gera hesar viðgerðirnar. Men í Føroyum verða tær framvegis gjørdar og sjúklingar hava í verleikanum ikki annað val enn at taka av hesum tilboði hóast hetta ikki livir upp til norðurlendskar standardir og sjúklingurin uttan hóastak kundi komið undir viðger hjá fremstu serfrøði á økinum sum finst í okkara nærmastu grannalondum.

Gastriskbypass

Eitt annað dømið er gastrisktbypass sum einans verður framt á serdeildum í norðurlondum. Hendan skurðviðgerð verður í dag bjóða fram í føroyska heilsuverkinum hóast heilsumálaráðið er vitandi um at sjúklingagrundarlagið fyri hetta serøkið als ikki er nøktandi.

Spurningurin um hvørjar viðgerir vit eiga at hava í føroyska heilsuverkinum er nógv meira átrokandi enn hvar í Heilsuverkinum tær skullu gerast. Her er átrokandi neyðugt at sjúklingar verða kunnaðir um hvar besta viðgerin er at fáa – men veruleikin er at føroyskir sjúklingar í dag fáa verri viðger enn teir í veruleikanum kundi fingið og sum teir hava rætt til.