Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Støðumeting av topp 5 liðunum: KÍ

Jákup Ósá

KÍ skal í ár royna at fáa eitt eins gott kappingarár sum í fjør, sum var tað besta hjá felagnum í hesi øldini.

KÍ skal í ár royna at fáa eitt eins gott kappingarár sum í fjør, sum var tað besta hjá felagnum í hesi øldini.

Hesa vikuna fara vit á Norðlýsinum hvønn dag at taka eitt av topp 5 liðunum – Víkingur, KÍ, NSÍ, B36 og HB – og gera eina støðumeting av, hvussu støðan er, og hvørji útlitini eru fyri kappingarárinum. Hesaferð er tað KÍ.

Broytingar í hópinum

Tilgongd: Dion Splidt, Hørður Askham, Albert Adu

Frágongd: Mayowa Alli, Súni Olsen, Niels Pauli Danielsen

Um KÍ í løtuni

Tríggjar broytingar hava verið í KÍ hópinum síðani síðsta kappingarár. Mayowa Alli, Niels Pauli Danielsen og Súni Olsen eru farnir, meðan Hørður Askham, Dion Splidt og Albert Adu eru komnir til felagið. Av hesum hevði Súni stóran leiklut í kanska áleið 16 av hansara 23 dystum, meðan Mayowa og Niels Pauli í einstøkum dystum vístu sín týdning. Mayowa var nógv darvaður av skaðum, meðan Niels Pauli hevði trupult við at vinna sær pláss í uppstillingini. Hørður hevur roynst væl í B36 og spælt nógv á báðum FM liðunum hjá B36 í 2014 og 2015, meðan Dion Splidt og Albert Adu hava verið profilar á liðum úr lægra endanum av stigatalvuni, men skuldu nú royna seg á liði, sum í øllum førum undan kappingarárinum væntast at enda í ovaru hálvu av stigatalvuni. Hjá KÍ verður talan helst um eina øðrvísi avbjóðing, tí við góða og heldur óvæntaða kappingarárinum í fjør, so økist trýstið á KÍ í ár, tí nú vænta tey flestu nakað av KÍ. Tí verður liðið tikið í álvara frá fyrsta dysti og kanska spæla lið eitt sindur annarleiðis móti KÍ, ið so aftur kann vera bæði ein fyrimunur ella ein vansi.

Styrkin

KÍ hevur eitt konsept, sum allir við undantaki av Dion Splidt og Albert Adu kenna væl, tí allir hinir leikararnir hava spælt undir núverandi KÍ venjara í minst tvey ár. Aldurssamansetingin á KÍ liðnum er góð við ungum leikarum, leikarum í bestu árum og so nøkrum fáum leikarum, ið eru farnir uppum 30 ár. Svongdin og royndirnar skuldu eisini verið har, tí hópurin hevði eitt serligt ár í fjør, har tað eydnaðist at vinna felagnum fyrsta steypið í 17 ár, og har hópurin seinni sá eitt annað lið við framúr endaspurti yvirhála í triðseinasta umfari og vinna føroyameistaraheitið. KÍ var tað liðið, sum í fjør skoraði flest mál í kappingini og í venjingardystunum í ár hevur KÍ eisini skorað nógv mál og skapt nógvar møguleikar, meðan verjuparturin kanska hevur verið meira ivasamur. KÍ hevur stóra breidd á flestu plássum, men tað kann vera, at stóru profilarnir í fjør sum m.a. Jonas F. Rasmussen, Semir Hadzibulic og Páll A. Klettskarð, hava eyka stóran týdning. Tað merktist í fjør, tá Jonas ikki spældi og tá Semir var darvaður av skaðum ella ikki spældi av øðrum orsøkum.

Útlit

Tað er eitt sindur trupult at meta um, hvørs KÍ hevur ein sterkari, veikari ella eins sterkan hóp sum í fjør. Stóri missurin kann blíva Súni Olsen, sum var sera týðandi fyri at KÍ bleiv eitt topplið í fjør. Bæði sum miðvallarleikari og verjuleikari í einstøkum dystum. Um Dion Splidt og Albert Adu fáa 10 mál/upplegg í part, so eru málini og uppleggini hjá Súna vunnin inn aftur og tað eigur at vera realistiskt. Vit fáa eisini at síggja um árið í fjør var eitt undantak við KÍ í toppinum ella um liðið er komið har fyri at vera. Tí uttan at taka nakað frá øðrum KÍ liðum, so er hetta kanska fyrstu ferð í øllum førum síðani 2002, at KÍ verður tikið ordiliga seriøst av teimum flest í sambandi við toppstríðið áðrenn kappingarbyrjan, og tað er ein nýggj støða fyri leikarar og felag. KÍ hevur eins og Víkingur, HB, NSÍ og B36 – á pappírinum – brúkiligan møguleika til at vinna FM í ár, um støðið hjá leikarunum frá 2016 er varandi.