Veðrið er heystligt, og tí eru kvøldini sera hóskandi til hugnaligar løtur við m.a. stokkum
Tað fingu kvinnurnar á Norðoya Heimavirki eisini at sanna, tá ið tær í gjár høvdu bjóðað til hugnaligt stokkakvøld
Hetta er fyrsta tiltakið av sínum slag, og sigast má, at undirtøkan varð sera góð.
Bæði yngri og eldri kvinnur møttu til hugnaliga samveru og ein góðan kaffimunn.
Lagið var sera gott og niðurstøðan bleiv, at hetta avgjørt ikki verður seinastu ferð, at eitt stokkakvøld verður sett á skrá.












