Tað svarar Johild Johannesen mær, tá eg spyrji, um hon er stolt av Akseli V. Johannesen, ið er sonur hennara, nú er vorðin landsins løgmaður.
Tað svarar Johild Johannesen mær, tá eg spyrji, um hon er stolt av Akseli V. Johannesen, ið er sonur hennara, nú er vorðin landsins løgmaður.
Eg veit ikki rættuliga, eg haldi, at alt hevur verið so rokasligt seinastu tíðina, at tað hevur ikki gingið rættuliga upp fyri mær enn, at Aksel er komin so langt sum hann í veruleikanum er.
Tað hevur sum flestum kunnugt altíð verið nógvur politikkur í heiminum hjá okkum ímeðan børnini vuksu til. Vit fingu tríggjar synir og tvær døtur.
Teir tríggir, Líggjas, Aksel og Bethuel hava altíð hildið væl saman og hava verið, sum dreingir flest, men hava einst sera væl. Eg og Vilhelm giftust í 64 og fingu 5 børn, afturat teimum trimum dreingjunum, eru eisini systrarnar Signhild og Ragna.
Tó, børnini eru ikki eins sjálvt um tey eru uppvaksin saman. Satt at siga, so helt eg mangan, at Líggjas fór at gera okkurt innan tað politiska, tí hann fylgdi so væl við í øllum sum fyrifórst í samfelagnum líka frá hann var heilt lítil. Aksel hinvegin, hann líktist burturúr beiggjunum á tann hátt, at hann var sera punktligur í øllum, at halda tíðir, passa seg upp til tað hann skuldi og altíð var hann reinur og snøggur. Hinir vóru meira líkasælir við klæðum og tílíkum og tað var ofta orsøk til at teir argaðu Aksel.
Haldi at Aksel er blivin eitt sindur forkelaður eisini av beiggjunum. Teir báðir Líggjas og Bethuel høvdu stóran áhuga í at fiska, ímeðan Aksel ikki var so nógv til tað, tó at hann hevur verið til skips.
Eftir barnaskúlan fór hann á miðnámsskúla. Eg minnist at hann gjørdi lítið við at lesa, men kláraði seg tó væl. Tað var mest ítróttur, sum hevði hansara áhuga tá. Hann arbeiddi eisini á Kósavirkinum eitt skiftið og nú vit hava tosað um hansara evni at passa tær tíðir hann skal halda, so minnist eg at Rannvá Poulsen segði einaferð, at hon væntaði at Aksel einaferð fór at blíva til eitthvørt. Hon grundaði tað á, at Trygvi, sonur hennara, Todi, Fríðin , Olgar og onkrir aðrir plagdu at spæla kort klokkan 8 okkurt vikukvøldið. Men við hvørt, so arbeiddi Aksel yvir, og tað var onki við at rýma frá arbeiðinum í ótíð. Nei, hinir sótu so fittir og bíðaðu til klokkan 10 til tað bar Akseli til at koma. Arbeiðið skuldi passast fyrst.
Tá hann fór til Danmarkar at lesa tá stúrdi eg sum mamma sjálvandi fyri hvussu tað mundi fara at gangast at gera mat og ikki minst at vaska klæði, tí tað var hann sjálvandi ikki vanur við heiman ífrá. Ikki veit eg, onkuntíð ringdi hann heim og spurdi um okkurt. Onkran dagin segði hann mær at hann hevði koyrt alt tað hvíta í vaskimaskinuna og alt var vorið blátt. Men tað gekk bara fínt, hann gjørdi bæði mat og vaskaði tøj uttan nakað, so stúranin hjá mammuni var óneyðug.
Men tá hann so kom aftur, í yvirfrakka og lakkskóm, tá fingu hinir beiggjarnir luft undir veingirnar at arga og tað við lít.
Aksel er 42 ára gamalur fyllir 43 í november. Hann er siðiligur og hevur bæði beinini á jørðini, so eg stúri onga løtu fyri, at tað nokk skal ganga hjá honum, sjálvt um vit í dag hoyra at tað rekur hart á kíkin í byrjanini.
Johild situr og hugsar eina løtu, her vit bæði sita við køksborðið, ímeðan Jens Christian, bróðurin situr í stovuni. Vit eru uppi á Hædd í barndómsheiminum hjá Johild, her hon er uppvaksin og nú býr saman við bróðrinum.
Ja, her eri eg uppvaksin. Pápi mín Aksel, var útróðrarmaður alla mína tíð, hann var eitt nú við kendu útróðrarkonvoyuni til eysturgrønlands við Karin K á odda á sinni.
Mamma mín Signhild var ættað úr Miðvági, hon var heimagangandi øll míni barnaár. Á ungum árum var hon í Grønlandi, í Føroyingahavnini við Alfredi Petersen og var við til at stoypa fyrsta nýggja sjúkrahúsið har.
Her var sum vera man úr at gera, tí vit vóru 10 systkin og tá ”gjørdu” konurnar mat og ”vaskaðu” tøj, ikki sum nú har vit keypa meginpartin hálvliðugt ella liðugt og vaskimaskinan og turkitrumlan klára tøjið.
Afturat okkum búði ein mammubeiggi, Hassi, eisini her ímeðan hann lærdi í Ídni. Til stuttleika kann eg eisini nevna, at Walter og Ragga fastir búðu eitt skifti í vaskirúminum ímeðan hús teirra stóðu í gerð á Heygnum. Í túninum var ein langur lítil bygningur, har hjallur var í endanum, smiðja í miðuni og vaskirúm í hinum endanum, í smiðjuni búleikaðust tey bæði og tað bar til, hóast plássið var sera lítið.
Tá eg spyrjið Johild um tey altíð høvdu nóg mikið matnað altíð, gerst hon hugsunarsom eina løtu og eg haldi meg síggja at eyguni gerast eitt sindur blánkari.
Um eg sigið at tað altíð var nóg mikið, so lúgvi eg. Eg minnist, at mamma fór inn í spískamari, at gera matin kláran til nátturðan, og hon plagdi altíð at biðja fyri matinum. Onkuntíð skar hon eina tunna breyðflís til hvønn okkara og tað var tað, vit fingu til náttverða tann dagin.
Men eg má siga, at vit høvdu góðar nábúgvar, sum vit fingu frá við hvørt. Ein litur av mjólk keyptu vit av Dalinum, men Jógvan í Køkinum, ella Køkk, sum hann var nevndur millum manna, gav okkum við hvørt ein mjólksopa.
Um jólini minnist eg at vit jóladag antin fingu knettir, ella eisini kalva til høgtíðsmáltíðina. Jólatræið bleiv pyntað inni í stovuni. Tað var Thormund, sum slapp at gera tað, og so var stovan stongd til jólaaftan, tá hon varð latin upp aftur og vit børnini sluppu inn at síggja pyntaða træið og jólagávurnar. Til jólaaftansdøgurða fingu vit ofta riv. Køkk gav okkum ofta síður av krovum, og tí fingu vit riv jólaaftan, eitt hálvt riv í part.
Men eg má undirstrika, at vit fóru mett til song hvørt kvøld, so eg kann ikki siga at vit manglaðu á tann hátt, men sjálvandi, tað hevur ofta verið smátt.
Til endan vil eg taka upp aftur, at eg eri ógvuliga stolt av at Aksel er komin har hann er.
Flestu halda helst, at eg havi fingið Javnaðarflokkin í blóðið í Víkunum, men soleiðis er søgan slett ikki. Pápi og mamma vóru javnaðarfólk, vit børnini plagdu at ganga í sunnudagsskúla í Emmaus og á møti í KFUM, tað var Poul Jacob Olsen, kendi javnaðarpolitikarin, ið var fyrimyndin hjá foreldrum mínum, og tað var í KFUM at eg hitti Vilhelm á sinni.
Eg eri stolt av øllum mínum børnum, tí at eg veit, at tey øll gera sítt besta, hvør á síni rók.




