Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stong út hjá KÍ í FM finaluni

Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen

Tað var stong út, sum sjáldan sæð áður hjá KÍ kvinnunum og so undi EB/Streymur/Skála við javnleiki tryggja sær FM 2017. Eitt søguligt FM, sum setti punktum fyri FM røðini hjá KÍ.

Tað vóru óvanliga nógvir áskoðarar, tá FM finalan millum EB/Streym/Skála og KÍ bleiv leikt seinnapartin í frálíkum líkindum í Hólmanum á Eiði.

Talan var sum heild um ein javnan dyst, har bæði liðini løgdu óvanliga nógv fyri. Liðini stríddust og tað gekk kanska útyvir spælið, sum ikki altíð hekk serliga væl saman. Heimaliðið var betri fyrstu løtuna, men so tók KÍ yvir og var betra liðið størsta partin av fyrra hálvleiki. KÍ kom á odda í 39. minutti, tá Malena Josephsen skallaði frísparksinnlegg frá Rannvá B. Andreasen í málið. Men leiðslan helt ikki so leingi, tí í seinasta minuttinum áðrenn hálvleik skoraði Heidi Sevdal við góðum langskoti.

Í seinna hálvleiki leikaði eisini javnt á. Bæði liðini fingu møguleikar, men einki mál kom fyrr enn í 77. minutti. KÍ málverjin kom skeivt út, og so kundi Heidi Sevdal trilla bóltin í tóma málið. Tá 4 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini javnaði Rannvá B. Andreasen og so fingu vit spenning seinastu minuttirnar. Hóast KÍ royndi so var eitt langskot á yvirleggjaran frá Rannvá B. Andreasen tað nærmasta, sum KÍ kom.

Sermerkt fyri dystin var, at ikki færri enn 7 ferðir fóru KÍ royndir á yvirleggjaran ella stongina og út. EB/Streymur/Skála hevði eisini onkrar stórar møguleikar, tá KÍ málverjin bjargaði væl. Í møguleikum var KÍ liðið, sum hevði teir flestu, men tað sum stóð eftir var, at málini skoraðu tvey mál í part.

At nógv stóð uppá spæl sást eisini á fleiri leikarum, sum vóru merktir av, at nógv stóð uppá spæl. Tó vóru tað teir heilt stóru profilarnir, Rannvá B. Andreasen hjá KÍ og Heidi Sevdal hjá EB/Streymi/Skála, sum skaraðu framúr og vístu hægri støðið enn flestu av hinum leikarunum.