Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stór bókaframløga í Klingrugarði: Lætt & Leskiligt 2arin

(Norðlýsið – Tíðindi)

Bókaframløgan veður hósdagin kl. 17:00 í Klingruni, og ikki sum fyrr sagt kl. 19:00

Hósdagin verður enn ein bókaframløga í Klaksvík. Tá verður Lætt & Leskiligt 2arin løgd fram í Klingruni í Klingrugarði kl. 17:00.

Tað eru tær báðar Klaksvíksdámurnar, Jóhanna á Tjaldrafløtti og Elisabeth Akursmørk, sum hava gjørt hesa sera vøkru kókibókina, ið er onnur í røðini av Lætt & Leskiligt.

Kókibókin er tí ein framhaldsbók av Lætt & Leskiligt, ið kom út í oktober 2003. Aftur hesaferð er talan um eina sera leskiliga kókibók, og hava tær báðar Jóhanna á Tjaldrafløtti & Elisabeth Akursmørk lagt stóran dent á heilsugóðan og eisini vælsmakkandi mat.

2’arin avspeglar matrákið í nútíðarsamfelagnum við nýggjum og spennandi uppskriftunum og við meira fjøltáttaðum rávøruúrvali. Bókin hevur eins og tann fyrra uppskriftir uppá, hvussu tú á ein einfaldan hátt kanst gera mat, sum bæði er lættur og leskiligur. Talan er um soltnan og heilsugóðan mat, ið er ætlaður øllum, eisini teimum, ið hava diabetes og hjarta- og æðrasjúkur.

Í bókini eru 107 lættar og leskiligar uppskriftir
• 11 súpanir/forrættir
• 27 døgurðarættir/afturvið
• 16 nátturðarættir
• 14 breyð og bollar
• 24 køkur og desertir
• 15 køkur og desertir, diabetes

Henda bók letur upp fyri enn einum møguleika at broyta matvanar og betra um
heilsuna, siga høvundarnir. Jóhanna á Tjaldrafløtti er føðslu og húsarhaldsfrøðingur og kliniksur diætist. Elisabeth Akursmørk er økinoma og coach.

Til bókaframløguna verður møguleiki at ogna sær bókina og fáa hana signeraða av høvundunum. Hugnaligur tónleikur er eisini á skránni, umframt at møguleiki verður at fáa smakksroyndir av mati, sum er í nýggju forvitnisligu kókibókini.