Sunnudagin kl. 15.30 fara 270 fimleikarar at vísa kynstur síni á gólvinum í Badmintonhøllini. Tað eru fimleikarar úr 1. flokki og uppeftir. Til seinast fara vit at síggja ungdóm vísa kynstur í lopi.
Sunnudagin kl. 15.30 fara 270 fimleikarar at vísa kynstur síni á gólvinum í Badmintonhøllini. Tað eru fimleikarar úr 1. flokki og uppeftir. Til seinast fara vit at síggja ungdóm vísa kynstur í lopi.
Klaksvíkar fimleikafelag er eitt sera virki felag, og er næststørsta ítróttarfelagið í Norðoyggjum. Umleið 270-300 íðkandi limir eru í felagnum, og sunnudagin fer stóra framsýningin hjá felagnum av barkastokki.
Hetta er einastu ferð árliga, ungu fimleikararnir hava møguleika at vísa hvat tey duga til í fimleiki, og samstundis er hetta einasti møguleiki hjá felagnum at fáa inntøku av atgongd. Tí fara vit her at heita á øll, um at fara niðan í Badmintonhøllina og stuðla Klaksvíkar Fimleika og vísa teim ungu, at vit eru errin av teimum.
Klaksvíkar Hornorkestur er sjálvandi við og setir dám á framsýningina. Vanligt er, at sera nógvir áskoðarar møta upp til hesa árligu framsýningina, og Katrin Joensen, formaður sigur, at tey rokna við at byrja stundisliga.




