Nú fríggjadagin verður skipa fyri fiskivinnuráðstevnu í Klaksvík. Áhugaði kunnu tekna seg til stevnuna á Norðlýsinum. Tíðindaskriv og skrá niðanfyri:
Tilmelding tlf 456285
Teldupost: nordpres@post.olivant.fo
Luttøkugjald: 300 kr.
Konto FB: 6460 173.866.8 ‘
Avmarkað luttøka
Í sambandi við Sjómannadagin verður stór fiskivinnuráðstevna í Skálanum í Klaksvík
Eins og seinasta ár, verður aftur skipað fyri stórari fiskivinnuráðstevna í Skálanum í Klaksvík. Ráðstevnan byrjar fríggjadagin 17. august kl. 14.00.
Fleiri kend nøvn innan føroysku fiskivinnuna luttaka, Kjartan Hoydal, Meinhard Jacobsen, Bjørn Kallsø. Grannskoðarafyrirtøkan, Rasmussen & Weihe hevur framløgu, har gongdin hjá skipabólkunum verður lýst.
Úr Íslandi kemur fiskifrøðingurin Magnus Thor Hafsteinsson.
Umframt fyrilestrar verður eisini pallborðsorðaskifti um Viðurskiftini hjá útróðrar- & línuflotanum. Í pallborðinum sita Bjørn Kalsø, Kjartan Hoydal, Auðunn Konráðsson, Jákup Sólstein, Anfinn Kallsberg og Meinhard Jacobsen.
Kostnaðurin fyri ráðstevnuna er 300,00 kr og fer tilmelding frám hjá Norðlýsinum á telefon 456285 ella nordpres@post.olivant.fo Fiskivinnuráðstevnan hevur konto í Føroya Banka: 6460 173.866.8
Bankaflytingin er atgongumerki
Fiskivinnuráðstevnan
Fríggjadagur 17 august í Skálanum kl. 14.00
SKRÁ
Ólavur Poulsen, bjóðar vælkomin
Kjartan Hoydal, fiskivinnupolitikkur & fiskidagaskipanin
Bjarni Arnason, Støðan & lønsemið hjá fiskiflotanum
Magnus Thór Hafsteinsson, Íslendska fiskivinnan
Bjørn Kalsø, Fiskimálaraðharri
Meinhard Jacobsen, At virka innan fiskivinnuni á sjógvi & landi
Kaffisteðgur
Pallborðsorðaskifti – ”Viðurskiftini í útróðrar- & línuflotanum”
Auðunn Konraðsson, takkar fyri (umleið kl.16.30)
Panelluttakar:
Bjørn Kalsø, Kjartan Hoydal, Auðunn Konraðsson, Jákup Sólstein,
Anfinn Kallsberg, Meinhard Jacobsen.
Vegna fyrireikarar: Auðunn Konraðsson, Óli M. Lassen, Jákup Sólstein




