Í kjalarvørrinum av stóra Summar Festivalinum, kemur nú enn eitt spennandi tiltak í Klaksvík, og verður hetta longu fríggjakvøldið 20. august.
Tá er nevnilig ein stór Ítróttarnátt á skránni.
Ætlanin við slíkari Ítróttarnátt er, at feløgini bæði innan ítrótt og frítíð, fáa møguleikan fyri at vísa seg fram, umframt at vanligi áskoðarin, fær høvði til at royna hendan ítrótt, ella frítíðarfelagsskap.
Kvøldið byrjar kl 18.00, tá ið skrúgonga fer frá býraðshúsinum og niðan á vøllin við Djúpumýru, har borgmeistarin Steinbjørn O. Jacobsen og sparikassastjórin Eyðfinn Reyðberg, seta Ítróttarnáttina. Við í sjálvari skrúgonguni eru sjálvandi ítróttarfólk, brandbilur, Silvi og onnur.
Ítróttarnáttin endar við felagssangi og suppu í KÍ-høllini um miðnáttarleitið.
Skrá:
Kl. 18:00
Skrúgonga og ítróttarnáttin verður sett (Miðbýurin)
Kl. 18:30 – 20:30
RC-felagið: Roynir at sigla við bátum (Svimjihøllin)
Kl. 18:30 – 20:30
Sløkkiliðið og Bjargingarfelagið hava framsýning og sløkkiroynd (við Sandin)
Kl. 18:30 20:30
Bjargingarfelagið: Børn og ung verða stjóra yvir um Vágna (við ferjuleguna)
Kl. 19 – 23
Café KÍ: Grillkvøld við gestakokkinum Jógvan Heinesen (Café KÍ)
Kl. 19 – 21
Rossafelagið: Lær at skógva og stigla. (við Sandin)
Kl. 19 – 21:30
Kappróðarfelagið: Royn kappróðarbát, rógvimaskinu ella bodybuilding (Kappróðrarneystið)
Kl. 19 – 21:30
Treysti: Royn rennibandi, og fáa vitan um júst tín kropp. (Kappróðrarneystið)
Kl. 19:30 – 21:30
Fimleikarfelagið: Royn teg sum fimleikara í eitt kvøld. (Niðanfyri Christianskirkjuna)
Kl. 19 – 21
Badmintonfelagið: Royn badminton. (Fimleikarhøllin ella KÍ-høllin)
Kl. 19 – 23
KFUM & K skótarnir: Uppliv leguøki. (Festivaløkið)
Kl. 20 – 21:30
Skúlaskipið Dragin: Royn at seta segl (Varpabrúgvin)
Kl. 20 – 21:30
Froskmannafelagið: Royn vatnskí og annað á vánnið (Bátabrúgvarnar)
Kl. 20 – 22
Samkomurnar: Café og/ella sangur á Sparikassapallinum
Kl. 21:30 – 23
KÍ: Brotssparks- og jongleringskapping, renning og forðabreyt
Kl. 21:30 – 23
Treysti: Forðabreyt og rennikapping (Fótbóltsvøllurin)
Kl. 21:30 – 23
Stjørnan: Forðabreyt við stúltum (Fótbóltsvøllurin)
Kl. 21:30 – 23
KÍ: Brotssparkskapping (Fótbóltsvøllurin)
Kl. 00:15
Kvøldseta: Felagssangur og ókeypis suppa. (KÍ-høllin)




