Klaksvíkar Judofelag hevur veruliga sett judoítróttina á breddan aftur í Klaksvík. Í dag og í morgin er stór judolega í Badmintonhøllini
Malvinus í Gong upplýsir fyri Norðlýsinum at tað eru umleið 90 luttakarar úr fýra londum. Sveits, Danmark, Norra og Føroyum. Bæði børn og vaksin.
Luttakararnir, sum vitja í Klaksvíkar yvirnáttað í gamla sjómansskúlanum.
Morgunmatur varð fyrst á skránni í morgun og nú er venjing í Badmintonhøllini.
At standa fyri venjingini hava fyrireikararnir fingið Gregor Cremosnik, ið hevur 3. dan í svørtum belti.
Seinnapartin verður Karate, sum sjálvverja á skránni







