Allir teir kendu KÍ-sangirnir verða leygarkvøldið spældir live í KÍ-høllini. Á stórari konsert fara sangarar sum Karl Martin Samuelsen, Anfinn Nielsen, Hans Jacob Nystrøm og Jógvan Mortensen at syngja, og ein væl mannaður tónleikabólkur spælir undir
Herfyri kom góða, gamla KÍ-bandið út á fløgu. Bandið var av fyrstan tíð givið út í sambandi við Europa Cup luttøkuna hjá KÍ í 1992, men nú felagið verður hundrað ár, eru allir teir kendu KÍ-slagararnir givnir út á fløgu.
Fløgan hevur verið sera væl móttikin, og fleiri hundrað eintøk av fløguni vóru beinan vegin seld. Áhugin fyri teimum kendu sangunum í digitalum hami hevur tí verið ovurhondsstórur, og nú leygarkvøldið verður fyri fyrstu ferð nakrantíð møguleiki at hoyra allar teir kendu sangirnar spældar á konsert.
Karl Martin Samuelsen, Anfinn Nielsen, Hans Jacob Nystrøm, Jógvan Mortensen og onnur fara at syngja teir sangirnar, og umframt sangirnar av KÍ-fløguni verða eisini aðrir slagarar hjá hesum sangarum spældir. Tað verður eitt ordans konsertkvøld fyri alla familjuna, har tað ber til at hoyra ein kendan sang fyri og annan eftir.
Ein tónleikabólkur við góðum lokal kreftum fer at spæla undir hjá teimum ymsu sangarunum, og í hesum bólki eru Mikkjal Hvannastein, Magni Husgaard, Erik Biskopstø og Jens Pauli Joensen.
Konsertin verður í KÍ-høllini leygarkvøldið 17. apríl kl. 21.00, og umframt tónleikaliga fagnaðin á pallinum, ber tað eisini til at vitja spildurnýggju Café KÍ, sum leygarkvøldið verður latin alment upp.




