Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stór mótasýning í KÍ-høllini

Oliver Joensen

Stórsligin mótasýning verður í KÍ-høllini hóskvøldið 5. desembur klokkan 20.00. Einir 10 til 12 handlar koma at luttaka. Hesir sýna okkum millum annað alskins klæði til tilkomin, vaksin, hálvvaksin, børn og nýføðingar. somuleiðis vera ymisk hársnið á skránni.  Enn er ikki endaliga avgjørt hvørjir handlar koma at luttaka, men alt hetta verður kunngjørt í fjølmiðlunum í komandi viku. Ikki tykkum at siga, so verður eisini okkurt leskiligt at fáa meðan sýnt verður fram. Tað er Norðoya Kunningarstova, saman við teim handlandi sum skipar fyri framsýningini, sigur Norðoya Kunningarstova í tíðindaskrivi til Norðlýsið.