Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stór ónøgd um kolldømt mál

Jákup Ósá

Í B36 er stór ónøgd um, at teir meta eitt týðandi mál avórøttum vera kolldømt sunnudagin móti ÍF.

 

Í sosialu miðlunum hevur kjak staðist av seinasta døgnið,har ein stór ónøgd hevur verið at sæð í B36 leiðrinum. Talan er um eittkolldømt mál, ið bleiv dømt fyri rangstøðu, har B36 kundi lagt seg á odda 2-0 íseinna hálvleiki.

 

Sólarklárt

Norðlýsið ringdi til Símun Joensen, ið var málskjúttin íkolldømda málinum fyri at fáa eina viðmerking. Hann var ógvuliga fámæltur.

          –  Eg læti myndirnar tala fyri seg og tær vísa sólarklárt,at eg ikki var rangstaddur. Í hasi støðuni høvdu vit økt til 2-0 og møguleikinfyri trimum stigum hevði verið munandi størri, sigur ein skuffaður SímunJoensen í stuttari viðmerking við Norðlýsið í kvøld.

Niðanfyri vísa við hendingina frá dystinum millum B36 og ÍF,har Símun Joensen verður mettur at vera rangstaddur. Ein hending, ið hevur fyltnógv hjá fólki kring B36 síðani dystin. KVF eigur upptøkurnar.