Klokkan 15 í dag var tíðindafundur, har formenninir fyri Farsóttarnevndina og Landsstýrið, t.e. løgmaður luttóku, og tað, ið fylti nógv mest á fundinum, var ósemjan um koronapassið. Eisini varð komið inn á, at ein landsstýrismaður ikki vil koppseta seg, og at heilsustarvsfólk eru vorðin hótt eftir lívinum. Men í roynd og veru kom lítið og onki annað nýtt frá tíðindafundinum. Vit hava her ein samandrátt.
Á fundinum vóru Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Michael Boolsen, fúti og formaður í Farsóttarnevndini, og Lars Fodgaard-Møller, landslækni. Tíðindafundurin byrjaði við, at Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, beyð vælkomin og kunngjørdi, at umleið 115 fólk eru vorðin smittað afturat seinasta døgnið. Síðani nevndi hann, at málið er at fáa Føroya so væl sum gjørligt í gjøgnum hesa kreppuna, og at føroyska fólkið skal liva so frítt sum møguligt. Við at halda okkum til tilmælini um frástøðu og reinføri ber til at fáa smittuna niður, segði løgmaður m.a.
Tá landslæknin fekk orðið, segði hann, at prosenttalið av fólki, sum lata seg koppseta má verða hægri, skulu vit basa Delta-variantinum, sum smittar sera illa. Hann segði eisini, at fólk, sum eru koppsett hava 5 ferðir minni kjans fyri at gerast sjúk. Sjúkueyðkennini eru færri, og man verður ikki líka illa fyri. Smittan breiðir seg skjótt um alt landið, og er hesaferð byrjað millum børn og ung, sum enn eru ov ung til at verða koppsett, og hevur breitt seg frá teimum. Smittutalið hevur ongantíð verið so høgt, sum tað er í løtuni.
Stutti boðskapurin frá landslæknanum var: “Verið koppsett”.
Fútin var uppaftur meira álvarsamur, og tað var her, at tað var greitt, at Farsóttarnevndin og Landsstýrið ikki tosaðu sama mál. Farsóttarnevndin hevur staðiliga, og fleiri ferðir, mælt til at innføra koronapass í Føroyum, men hevur hvørja ferð mugað viðurkent, at politikararnir vilja nakað annað. Landslæknin var samdur við fútanum í, at koronapass hevði verið ein góð loysn, og tað verður hana, vit fara at brúka við landamarkið. Men ikki innlendis í Føroyum, tí har ráða føroysku politikararnir.
Eftir øllum at døma hava summir borgarar hótt heilsustarvsfólkini, ið gera sítt arbeiði. Her vóru løgmaður og fútin samdir í, at tað má steðgast í stundini, og tað fer at verða strammað upp á hesum øki. Talan var um beinleiðis drápshóttanir móti starvsfólkum innan heilsuverkið, og fútin gjørdi greitt, at tílík mál fáa fyrsta prioritet hjá løgregluni, tí tað er aldeles uaccaptabelt.
Komið varð eisini inn á, at landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum var farin ókeypis úr einum brúdleypi og til Danmarkar á fund, og fleiri ferðir á tíðindafundinum í dag varð eftirlýst, at løgmaður hevði eina meining um tað og gjørdi nakað við tað. Men her var løgmaður víkjandi í sínum svarum. Hann vildi ikki áleggja nøkrum nakað, einans mæla til, at fólk lata seg koppseta.
Spurdur um langtíðarætlan sína svaraði løgmaður eisini víkjandi, og kom einans inn á, at jólafrokostar eiga at verða avlýstir, umframt vanligu tilmælini um at halda frástøðu, reinføri og treiv annars í tað, ið kom fram skrivliga í gjár.
Eftir øllum at døma verða smittutilburðirnir í gjár 115 í tali, ið er tað mesta nakrantíð uppá ein einstakan dag.



