Í hesi løtu eru fleiri enn 150 lærarar úr øllum Føroyum til ráðstevnu um “ta samvirknu Talvuna”
– Interactiv Whiteboard – í Skúlanum við Ósánna í Klaksvík.
Ráðstevnan er skipað í tveir dagar – Í dag og í morgin. So tá ið vikan er úti, hava fleiri enn 300 lærarar úr øllum Føroyum fingið góðan kunnleika um nýtslu av hesi áhugaverdu talvu. Ætlanir er, at henda talva skal vera eitt heppið og virkið undirvísingar amboð í tí nýggja skúlanum, sum bæði næmingar og lærarar fáa hópin burturúr.
Tað eru skúlarnir báðir í Klaksvík Skúlin á Ziskatrøð og við Ósánna, sum hava tikið stig til hesa ráðstevnu. Tøkniliga hava teir styðjað seg við Senta og skúlaráðgevingarfyritøkuna, ið verður kallað Programdatatekið úr Skive, sum hevur tvey umboð við á ráðstevnuni.
Hildið verður, at talan er um eitt heppið tiltak, og fegnast stigtakararnir um ta stóru undirtøku, stevnan hevur fingið.
Ráðstevnan er allan seinnapartin í dag og fríggjdagin frá kl. 9.00 – 13.30.




