Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stór Rock konsert í Havn

John William Joensen

Bólkar sum halda til á Margarrinfabrikkini í Havn fara næsta vikuskifti at hava stóra konsert í Gundadalshøllini.

Allan Mørkøre, sum starvast á Margarinfabrikkini, sigur at felags fyri bólkarnar sum luttaka á konsertini er at teir allir hava tilknítið til húsið
– Endamálið við konsertini er at geva teimum bólkum sum halda til her í húsinum møguleika at spæla frammanfyri einari stórari áhoyrarafjøld.
– Konsertin verður í badmintonhøllini í Gundadali, og ætlanin er at peningurin sum kemur inn fer í ein grunn, sum skal fíggja konserttiltøk fyri bólkarnar.
– Ætlanin er regluliga at skipað fyri konsertum, og at konsertirnar eisini vera kring landið.
– Konsertin verður leygardagin 19. juni. Hon byrjar kl. 22 og heldur á út á náttina.

Harleyfacadeacryl