Leygardagin og sunnudagin verður skipað fyri SøluRásini 2006 í høllini á Skála.Í tíðindaskrivi verður sagt soleiðis:
SøluRásin 2006
í høllini á Skála vikuskiftið 4. og 5.nov.
Tann sera vælumtókta sølustevnan undir navninum SøluRásin 2006 verður í høllini á Skála 4. og 5. nov.
Tað eru 4 feløg sum standa fyri stevnuni og eru tey St.ÍF – Strálan – Skála Ítróttarfelag og Skála Róðrarfelag.
Høllin er sum vanligt stúgvandi full av framsýnarum.
Stevnan letur upp kl.15. leygardagin 4. nov. Um framt tvær mótasýningar gjøgnum dagin kemur Lív Hansen at syngja kl. 16. Býráðsformaðurin Hans Jacob Lamhauge setur stevnuna kl.16.30. Trølla Pætur og Omman koma á pallin kl. 19. og tann vælkendi sangarin Jens Marni Hansen undirheldur kl.21.
Drigið verður millum seld atgongumerki kl. 21.45
Sunnudagin 5.nov. letur stevnan upp kl.15.
Umframt tvær mótasýningar gjøgnum dagin verður ymiskt á skránni. Magni Christiansen kemur á pallin kl.16. Hann kemur út við nýggjari fløgu fyrsta dagin. Stórt vørutombola verður uppi í Bygdasalinum kl.17.30. Tann fløguaktuella Lisa Frederiksberg kemur at syngja kl. 19. Sølan av fløgum hevur gingið sera væl og møguleiki verður at ogna sær fløguna.
Stevnan endar við at kendi bólkurin LM Band spælir kl. 21. á pallinum.
Drigið verður síðan millum seld atgongumerki fyri dagin.
Høvuðsvinningurin er ein kekkur áljóðandi 10.000,-kr, sum verður drigin millum øll seld atgongumerki fyri báðar dagarnar.
Spennandi verður hvør fer við kekkinum nú jólini nærkast.
Altíð eru góð tilboð – tí ræður um at keypa sær jólastásið og ikki minst at fáa jólagávurnar frá hondini




