Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stór undirtøka til politiskt skeið

SU

Áhugin fyri politikki tykist vera stórur, nú oman fyri 50 fólk hava teknað seg til politiska skeiðið, sum Sosialistisk Ung skipa fyri fimm mánakvøld í mai og juni.

Endamálið við skeiðinum er at styrkja politisku upplýsingina til ung, og tí hevur SU heitt á Sjúrð Skaale, fólkatingsmann um at leiða skeiðskvøldini, har eitt nýtt evni verður viðgjørt hvørja ferð. Sjúrður Skaale hevur hollar royndir sum lærari á miðnámsskúla, og dugir sum fáur at formidla trupult tilfar á ein hátt, so øll skilja tað.

Fyrsta tiltakið ber heitið “Demokratið móti einaræði” og verður í annaðkvøld 2. Hvítusunnukvøld kl. 19 í erva í Javnaðarhúsinum í Steinatúni.

Øll ung eru vælkomin, óansæð politiskan lit, men eldri fólk eru eisini vælkomin. Skeiðið er ókeypis, og enn eru nøkur heilt fá pláss eftir. Til ber at tekna seg til hjá SU á Facebook, har nærri kunning er um skeiðið.