Føroyska landsliðið skal í eldin í Grikkalandi í kvøld, har eitt svangt heimalið tekur ímóti.
Grikkaland hevur fingið eina vánaliga byrjan uppá bólkaspælið, hóast teir vóru styrkismettir at vera ovast í bólkaspælinum. Grikkaland hevur fingið eitt stig í trimum dystum móti Rumenia, Finnlandi og Norður Írlandi. So talan er uttan iva um eitt sera uppsett lið. Men hinvegin, so er tað sjáldan, at Grikkaland vinnur stórsigrar, tí vit skulu 5 ár aftur fyri at finna ein dyst, har Grikkaland hevur vunnið við fleiri enn tveimum málum og tá hava grikkar fleiri ferðir møtt smátjóðum.
Hinvegin so skuldu grikkar ikki havt nakað at stúrt fyri. Tí Føroyar hava ikki fingið stig á útivølli í 10 ár, so hagtølini eru hóast alt við Grikkalandi. Veddingarfyritøkan 365.com hevur eisini Grikkaland sum stórfavoritt. Grikkaland gevur pengarnar aftur 1,16 ferðir, javnleikur gevur pengarnar 7,50 aftur og ein føroyskur sigur gevur pengarnar 26 ferðir aftur.
Lars Olsen var sera væl nøgdur við føroyska avrikið seinast móti Ungarn, tá føroyska liðið hevði bóltin nógv og tí verður roknað við, at teir somu leikararnir fáa afturval í kvøld. Við føroyskum eygum verður kanska mest spennandi at síggja, um 18 ára gamli FCK leikarin Brandur H.Olsen fer at spæla eins sannførandi í síni ”debut” frá byrjan á útivølli (spældi eina løtu sum innskiftari móti Norður Írlandi), sum hann gjørdi á heimavølli móti Ungarn.
Sambært fsf.fo og in.fo, sum hava fólk á staðnum, so eru allir leikararnir tøkir.Liðið móti Ungarn, sum væntandi verður tað sama í kvøld, var hetta: Gunnar Nielsen – Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson, Fróði Benjaminsen, Brandur H. Olsen, Christian L. Holst – Jóan Símun Edmundsson.
Dysturin á Poseidonos Avenue í Piraeus byrjar kl. 19.45 føroyska tíð og KVF vísir dystin.
Les eisini:




