Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stór verkætlan hjá Norðoya Sparikassi nú lýst til sølu

John William Joensen

Norðoya Sparikassi keypti grannahús og søgti síðani býráðið um byggiloyvi til umsitingarbygning 25. februar 2008. Býráðið viðgjørdi umsóknina á fundi 29. apríl 2008 og samtykti ikki at ganga henni á møti. Í vikuni vóru húsini, sum m.a. hava verið brúkt sum goymsla hjá sparikassanum, lýst til sølu.

Í umsóknini stendur m.a. at verandi hús skuldu rívast niður og ein nýggjur umsitingarbygningur skuldi byggjast til Norðoya Sparikassa

… bygningurin kann býtast upp í 3 stk. Eigaraíbúðir, soleiðis at veghæddin verður 1 eigaraíbúð, 1. Hædd verður 1 eigararíbúð og 2. Hædd verður ein eigara íbúð.

Bygningurin skal nýtast sum Ungdósdeild í veghæddini, Virðisbrævadeild á 1. Hædd og leiðukontór á 2. Hædd…..

Umsóknin frá Sparikassanum, sum longu hevði keypt húsini, var fyri á býráðsfundi tann 29. Apríl 2008.

Býráði samtykkir ikki at loyva Norðoya Sparikassa at byggja skrivstovubygningin tí sambært byggisamtyktini vóru ov stór frávik:

….. 3 hæddir í mun til loyvdu 2, Nettonýtingarstigið 1,12 í mun til loyvda 0,6, Hæddin 9,8 m til yvirgrind í mun til loyvdu 7,5m, ikki nøktandi parkering, stykki er 266m2 í mun til kravdu 900m2……

Tað ljóðaði at sparikassin rindaði góðan prís fyri húsini (Red: sethúsaprísurin var høgur tá sparikassin keypti), me sambært advokatvirkinum sum stendur fyri søluni er prísuppskoti í dag 1,1 mió. Kr.

SÍ GLÆSULIGU ÆTLANIRNAR HJÁ NORÐOYA SPARIKASSA (viðheft pdf) niðanfyri: