Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Stóra fiskavøruráðstevnan í Brússel útsett

Jóhann Lützen

Heimsins størsta fiskavøruráðstevnan í Brússel er útsett orsakað av vandanum fyri Coronasmittuni.

Talan er um Seafood Expo Global í Brússel, sum í fjør hevði umleið 26.000 luttakarar úr 140 ymiskum londum. Millum hesar taldust eisini teir fremstu í føroyskari fiski- og alivinnu. 

Í dag tóku fyrireikararnir avgerð at útseta fiskavøruráðstevnuna. Nærri boð um nýtt dato verður sent øllum luttakarum í seinasta lagi 18. mars, siga fyrireikararnir.