Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stórar og sterkar føroyskar fyritøkur eru eitt – must

John William Joensen

– Vit skulu minnast til, at fiskivinnufyritøkurnar í Føroyum allar kappast á einum altjóða marknaði. Í Føroyum hava vit onga stóra fyritøku. Sjálvt Bakkafrost, sum vit halda er ein risastór fyritøka er bert nr. 9 ella 10 á listanum yvir alifyritøkur í heiminum. Tá tú kappast í einum altjóða marknaði er stødd ein týdningamikil faktorur. Keypararnir av fiski í dag eru risafyritøkur og um tú ikki er ein stórur spælari verður tú slett ikki tikin í betraktning.

John Rajani, stjóri í ráðgevingarfyritøkuni Rajani/Rasmussen er fyrrverandi bankastjóri, vinnulívsstjóri og stjóri fyri Corporate Finance deildini í Banknordik. Eisini hevur hann royndir sum fyrrverandi deildarstjóri og løgmansritari á Løgmansskrivstovuni og sum sendimaður Føroya í Stórabretlandi. Hann hevur eisini starvast sum stjóri fyri Studna, deildarstjóri í Mentamálaráðnum, stjórnarskrivari og fyrisitingarleiðari í Faroe Seafood. Tilsamans hevur hann 10 ára royndir úr fíggjarvinnuni, 10 ára royndir úr miðfyrisitingini og uttanríkistænastu og 3 ára royndir innan fiskasølu.

Í samband við politisku ætlanirnar hjá landsstýrinum at nýskipað fiskivinnuna, er komið fram at landsstýrið ætlar at seta í gildi serligar “Anti trust” reglur, sum avmarkar møguleikarnar hjá føroyskum fyritøkum at veksa seg stórar og sterkar. Orsøkin er at man óttast fyri at hesar fyritøkurnar fáa ov nógv vald og enntá kunnu hava óhepna ávirkan á politisku skipanina.

Í hesum sambandi bóðu vit John Rajani, sum hevur royndir baði frá vinnulívinum og sum embætismaður í almennu umsitingini at greina hesar álvarsomu spurningar.

Fyrimunir við stórum fyritøkum

– Vit skulu minnast til, at fiskivinnufyritøkurnar í Føroyum allar kappast á einum altjóða marknaði. Í Føroyum hava vit onga stóra fyritøku. Sjálvt Bakkafrost, sum vit halda er ein risastór fyritøka er bert nr. 9 ella 10 á listanum yvir alifyritøkur í heiminum. Tá tú kappast í einum altjóða marknaði er stødd ein týdningamikil faktorur. Keypararnir av fiski í dag eru risafyritøkur og um tú ikki er ein stórur spælari verður tú slett ikki tikin í betraktning.

Hetta er ikki nakað nýtt. Føroyskir vinnulívsmenn hava altíð vita at so er og tí stovnaðu teir síðst í fjørutunum Føroya Fiskasølu, soleiðis at føroyska fiskivinnan í altjóða handli kundi gera seg galdandi. Tann lítli spælarin hevði ikki ein livandi kjans!

Hetta er framvegis galdandi – enn meir enn fyrr! Vit síggja bara í Føroyum at tað eru nakrar fáar fyritøkur, sum taka sær av at selja til vanliga brúkaran. Í Evropa eru tað fyritøkur, sum Aldi, Tesco og Carrefour, sum sita á marknaðinum.

Vit tosa ofta um at vit hava eitt stórt potentiali í okkara fiskatilfeingi og at um vit virðisøktu hetta meir, so vil hetta skapa stór virði fyri samfelagið.

Hetta er rætt. Vit eru enn í alt ov stóran mun útflytarar av ráðvørum heldur enn av liðugtvørum.

Seinastu árini hava vit eisini fingið munandi størri møguleikar at fiska uppisjóvarfisk, sum eisini kann brúkast til mannaføði. Men skulu vit tilvirka okkara fisk til liðugtvørur er neyðugt við stórum íløgum í framleiðslutól og bert stórar og fíggjarligt sterkar fyritøkur hava tað sum skal til at gera hesar íløgur. Vit hava seinastu árini sæð hvussu føroysk reiðarí og alifeløg hava gjørt stórar íløgur, sum fyrr ikki hava verið møguligar í føroyskum høpi. Hetta eru íløgur í virðisskapan til gagn fyri Føroyar.

Um ikki fyritøkurnar aftanfyri vóru stórar og fíggjarliga sterkar var hetta als ikki ein møguleiki. Vit vilja politiskt hava ein sjálvberandi búskap og hetta er avgjørt møguligt. Ein fyritreyt er tó at okkara vinnulív fær møguleika fyri at gera íløgur í virðisøking og tað fara vit ikki at síggja um okkara fremstu fyritøkur ikki fáa loyvi at vaksa.

Fyrimunir hjá einstøku fyritøkunum

Tað eru fleiri fyrimuni hjá fyritøkuni um hon hevur eina ávísa stødd. Tá tú skalt selja tínar vøru á altjóða marknaðinum er alneyðugt, at tú ert ein tryggur veitari. Fyri at kunna vera ein tryggur veitari er neyðugt at tú hevur ræði á allari viðrisketuni. Hetta merkir at eitt flakavirki má hava kontrol á at tað fær fatur á fiskinum og tað kunnu tey bara hava um tey eiga ella hava avtalur við skipini. Um ein fyritøka er stór fær fyritøkan tað sum nevnist stórrakstrarfyrimunir. Hetta merkir at fyritøkan lættari kann leggja sín rakstur til rættis soleiðis at hesin verður bíligari.

Um tú skalt hava ráð at vørumenna tínar vørur ella finna nýggjar marknaðir til tínar vørur, so kostar hetta nógvan pening og um fyritøkan ikki er stór er hetta sera trupult at fremja.

Um fyritøkan er stór er betri grundarlag fyri at hava dugnalig fólk í starvi.

Vit hava enn ikki í stóran mun sæð at føroyskar fyritøkur eru farnar uttanlands. Hetta hava vit sæð bæði í Grønlandi og Íslandi. Um føroysku fyritøkurnar gerast sterkar fara vit eisini at síggja hesar vaksa útum Føroyar.

Fyrimunir av stórum fyritøkum fyri føroyska samfelagið

Sum longu nevnt er tað ein stórur fyrimunur fyri landi, um vit hava stórar fyritøkur, sum eru somikið sterkar, at tær eru førar fyri at gera íløgur í virðisskapandi framleiðslu burturúr okkar tilfeingi. Hetta vil skapa økt virksemi og øktar inntøkur til landskassan. Av tí at ein stórur partur av tí vinnuliga virkseminum liggur uttanfyri miðstaðarøki, so vil hetta eisini gera at búsetingarmynstri í landinum gerst javnari. Ein annar fyrimunur fyri landi, sum kemur við størri fyritøkum, er at hesar fyritøkurnar eru áhugaverdar fyri okkara útbúnu ungu fólk at starvast í. Um ikki vit hava altjóða vinnuligar fyritøkur, sum eru áhugaverdar fyri okkara ungu fólk at starvast í, kunnu vit roknað við at fleiri av okkara ungu fólkum ikki koma heimaftur at arbeiða eftir lestur uttanlands. Øll kunnu ikki arbeiða í tí almenna geiranum!

Eigur eitt mark at vera, hvussu stórar fyritøkurnar í Føroyum kunnu vera?

Eg havi sera ringt við at síggja hví vit skulu seta mark fyri hvussu stórar fyritøkurnar kunnu vera.

Eg sigi ikki, at vit ikki skulu hava okkurt mark, men tað er sera týdningamikið, at hetta mark er somikið høgt, at vit hava møguleika fyri at vit í Føroyum kunnu hava sterkar altjóða fiskivinnu og sjógætis fyritøkur, sum kunnu gerast altjóða spælarar og tá tosi eg um fyritøkur, sum hava eina sølu uppá fleiri milliardir.

Sum sagt, so eri eg sera ivasamur um eitt mark eigur at vera og eg haldi avgjørt ikki at vit innan fyri fiskivinnunar hava rokki hesum markinum.

Hví antitrust?

Tá tosa verður um hví vit skulu hava antitrust reglur verður m.a. eitt argument brúkt um at fyritøkurnar fáa ov stórt politiskt vald og hetta kann gerast ein trupulleiki fyri fólkaræði.

Eg haldi at hetta argumenti er sera vánaligt og sigur meir um politisku skipanina enn nakað annað.

Mær vitandi so eru politikarar í øllum viðurskiftum í teirra arbeiði í løgtinginum bert undirlagdir tí at fylgja egnari sannføring og samvitsku. Hetta er enntá lógarfest í stýrisskipanini.

Um tað veruliga er so at vit í Føroyum hava politikarar, sum ikki hava intigretet og sjálvstøðugan hugsanarhátt, soleiðis at teir ikki tora at standa við síni sjónarmið tí teir eru bangnir fyri ávísum vinnulívsfyritøkum, so er tað politikaranum tað er gali við og ikki nøkrum øðrum.

Ein møguligur trupulleiki við stórum fyritøkum í einum lítlum samfelagið, sum tí føroyska kann tó vera at undirveitararnir kunnu gerast lítlir í mun til fyritøkunar.

Hetta kann í ein ávísan mun skeikla kappingarstøðuna millum stóru fyritøkurnar og veitararnir.

Hetta eigur tó at kunna handfarast á annan hátt við at hava eitt eftirlit við at stóru fyritøkurnar ikki misnýta sína støðu í samband við t.d. útbjóðingar av arbeiðstøkum.

Anti Trust og frí kapping

Um tað í einum marknaði bert er ein ella fáir veitara, so er hetta ein trupulleiki fyri brúkaran, tí fyritøkurnar kunnu gera sær dælt av síni sterku støðu. Tá kann ein antitrust ella ein kappingarlóggáva vera brúkaranum til hjálpar.

Tað er tó ikki hetta sum er støðan. Fiskivinnufyritøkurnar arbeiða á altjóða marknaðinum og kappast við stórar og sterkar fyritøkur.

Vit skulu minnast til at fiskivinnufyritøkurnar í Føroyum kappast við fyritøkur, sum t.d. Royal Greenland, sum hevur ein umsetning uppá kanska 5-6 mia. og Samherji í Íslandi, sum hevur ein umsetning uppá 5-6 mia. kr.

Tá nyttar tað lítið um ein føroysk fyritøka bjóðar seg fram, sum hevur ein umsetning uppá 100 mió. kr.

Eitt politiskt argument er, at fyritøkurnar í Føroyum kunnu vera too big to fail, tað vil siga, at fara fyritøkurnar á húsagang, gerst tað eitt álvarsamt bakkast fyri alt samfelagið.

Jú, eg kann í ein ávísan mun skilja hetta argumenti.

Tað hevur verið brúkt um bankarnar, sum ikki mugu blíva ov stórir, tí um teir fáa trupulleikar, so hevur tíðin víst, at myndugleikarnir mugu lofta teimun, tí bankarnir eru ov týdningamiklir fyri samfelagið at teir ikki mugu fara á húsagang.

Her hava myndugleikarnir loyst tann trupulleikan við at seta serliga strong krøv til hesar sokallaðu SIFI peningastovnar m.a. um krøv til eginpening, krøv til nevndarlimir og annað eftirlit.

Um hetta er veruliga kann gerast ein trupulleiki í Føroyum ivist eg í.

Vit minnast øll sera stóru kreppuna í 92-93 tá alt vinnulívið í Føroyum fór á húsagang. Tað var ikki tí vit høvdu fáar stórar fyritøkur, men heldur tí vit høvdu sera nógvar smáar fyritøkur, sum høvdu torført við at tillaga seg til broytt viðurskifti.

Somuleiðis høvdu vit eina ógvulsliga kreppu í alivinnuni beint eftir aldarskifti, men heldur ikki tá var tað tí vit høvdu fáa stór alifeløg, men tí vit høvdu sera nógv smá alifeløg, sum bæði vóru fíggjarliga veik og ikki megnaðu at møta avbjóðingunum við sjúku og lágum prísum.

Um vit alíkavæl ynskja at binda um heilan fingur,kundu vit heldur haft ávísar reglur fyri stóru fyritøkurnar.

Talan kundi m.a. verið at sett vóru krøv til at nevndirnar í hesum feløgum vóru mannaðar við skikkaðum fólkum?

Ella krøv um at tað ikki skal lata seg gera at útluta vinningsbýti um eginpeningurin er minni enn eitt ávíst?