Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stórfingið tiltak í Beitinum í Miðvági

Tidindaskriv

Leygarkvøldið fer SPROTIN at hátíðarhalda Svabo og Mikkjal og Rasmus í góðum hýri. Vit leggja fram fýra bøkur um og eftir fýra víða gitnar vágamenn. Tað verður lagt upp til eitt veruligt hugnakvøld við tónleiki, hugleiðingum og sangi.

Man nøkur onnur bygd hava fostrað so nógv fólk, sum hava lagt so sjónskar slóðir eftir seg í føroyskari mentasøgu sum Miðvágur? Tað verður so javnan víst til avrikini hjá Svabo og Mikkjali og Rasmussi. Hesi avrikini, sum hava so varandi virði.

Teir høvdu nógvar felagsnevnarar: teir vóru bæði listamenn og granskarar, teir brutu allir upp úr nýggjum, fluttu okkum fram á ymsan hátt, men skrásettu samstundis alt tað, sum eyðkendi ta tíðina, sum var um at fara um sýn.

Eitt ótrúligt víðskygni áttu teir. Teir skiltu nútíðina, virdu fortíðina og høvdu ein ótrúligan vilja at hugsa og gera eitthvørt munagott fyri framtíðina.

Kvøldið verður skipað á sama hátt, sum vit hava skipað Orð og tónar fleiri ferðir á Reinsarínum í Havn hetta seinasta árið. Vit leggja verkini fram saman við hugleiðingum um verkini og um tey, sum eiga verkini, og hava góðan tónleik og sang afturvið.

SKRÁ – 12. november kl. 19

Ólavur Jakobsen og Angelika Nielsen – 3 løg úr nótabókini hjá Svabo

Jonhard Mikkelsen: Í upplýsing og tjóðskapi

Ólavur Jakobsen og Angelika – 3 løg úr nótabókini hjá Svabo

Guðrun Gaard – um abba mín Rasmus á Háskúlanum

Felagssangur – At kanna duldu lívsins lóg. Knút Olsen spælir undir

Avdúking – Rósa Samuelsen fer at avdúka okkurt forvitnisligt

Steðgur – fiskasúpan og vín

Ólavur Jakobsen og Bára Svabo Samuelsen –Fjallboð og Ávegis
Jákup Reinert Hansen sigur frá um Mikkjal á Ryggi

Felagssangur – Steinstólpan. Knút Olsen spælir undir

Gulberg Gulfosss – Nøkur minnisbrot um Mikkjal

Felagssangur. Smálombini spæla

Emil Bruun: Petur Arabo

Emil Bruun, sum var prestur í Vágum nøkur ár seinast í 19. øld, skrivaði skaldsøgu um Petur Arabo í 1892. Hon varð sjálvandi skrivað á donskum, men nú hevur Tummas Lenvig týtt hana. Skaldsøgan byggir á søgnina um Beintu og Petur Arabo.

Reidar Djupedal: Jens Chr. Svabo

Reidar Djupedal, sum var professari við læraraháskúlan í Tróndheimi, skrivaði í fimmtiárunum um Jens Chr. Svabo í Varðanum. Greinirnar, sum m.a. Karsten Hoydal týddi, eru settar saman til bók um lív og ætlanir hjá Jens Chr. Svabo.

Rasmus Rasmussen: Sær er siður á landi

Tann triðja er ein nýggj útgáva av endurminningunum Sær er siður á landi eftir Rasmus á Háskúlanum. Bókin er í størri broti við nógv fleiri og størri myndum enn gamla útgávan.

Mikkjali á Ryggi: Fuglabókin

Tann fjórða, sum er høvuðsútgávan, er ein nýggj skreytútgáva av Fuglabókini hjá Mikkjali á Ryggi.

Mikkjal fekk ongantíð ta bókina, hann ynskti sær – hann var stak misnøgdur við prentið og kendi tað næstan sum arbeiðið hevði verið burturspilt. Nú eru allar upprunatekningarnar saman við Mikkjalsa tekstum endurprentaðar í stórari skreytbók, sum enntá er í húsa.

Myndatekstur: Miðvágur 1892 – Myndina hevur Sofía í Kirkjastovuni tikið. Hon var systur Ólav í Kirkjastovuni. Hon fór í 1890 yvir til Noregs at læra til fotograf, kom heim at ferðast í 1896, gjørdist sjúk og doyði bert 36 ára gomul.

Harleyfacadeacryl