Tá bókin Kaj Johannesen ein dokomentarisk ævigsøga eftir hjá Jústinus Leivsson Eidesgaard var alment løgd fram í býráðshøllini í kvøld og fyrsta eintakið handað Klaksvíkar Býráð.
Varaborgarstjórin, Torleif Sigurðsson, sum tók móti fyrsta eintakinum, vegna Klaksvíkar Býráð segði at tað hevði stóra týdning fyri Klaksvíkina at kenna søguna hjá einum av fremstu veiðumonnunum her á landið, og sum var ein av undangongumonnunum í føroyskar fiskivinnu.
Umframt varðaborgarstjóran, hevði eisini Jórun Høgnesen, formaður í Mentunnarnevndini orði og Jógvan Ravnsfjall greiddi frá bókini og segði sína hugsan um bókina.
Seinastur í røðini var rithøvundurin sjálvur, Jústinus Leivsson Eidesgaard, sum var ovurfegin um at bókin nú var veruleiki.
– Eg føli meg eisini lítlan at verða saman við so mongum sum kendu Kaj Johannesen persónliga. Sjálvur kendi eg ikki Kaj meðan hann livdi, men lá tó nakrar dagar saman við honum á sjúkrahúsið.
Umframt røðurnar var eisini kvinnukórið Suð, undir leiðslu av Steinvør Fonn, og ikki er ov nógv sagt at tey við teirra vakra sangi settu ein serligan dám á móttøkuna.




