Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stóri beiggi eygleiðir teg

Tíðindaskriv

Stóri beiggi eygleiðir teg

Vit liva í einum av teim mestu frælsu og opnu samfeløgum í heiminum. Hetta frælsi er grundað á álit á og vælvild móti okkara meðborgarum. Men hetta er eingin náttúrulóg. Kring allan heim stríðast fólk ímóti, at statsvaldið ansar eftir teimum dag og nátt.

Seinnu árini hevur eftiransing vundið uppá seg kring allan heim. Í dag streyma gølurnar út í miðlarnar í kjalarvørrinum av, at amerikansk avlurting er avdúkað, og lurtitól eru misnýtt. Hetta hevur elvt til heitt kjak í nógvum londum.

Nýggi danski avlurtingarpakkin í Foroyum skal geva statsvaldinum fleiri amboð at avlurta borgarar, ið eru undir illgruna. Hetta skal hjálpa løgregluni at loysa fleiri álvarsom brotsverk. Fleiri øtast, hvat amboðini kunnu verða nýtt ella misnýtt til. Eingin trygd fæst fyri, at upplýsingarnir ikki falla í skeivar hendur. Summi halda, at hetta er eitt grovt inntriv í privatlívið.

Verður rætturin til privatlívið ikki mettur eins heilagt og áður?

Hendan spurningin fara vit at venda og snara á Parnassinum á Hotel Hafnia í annaðkvøld 29. januar, tá HUXA skipar fyri spennandi fyrilestrum og kjaki.

Mikkjal Thomassen, leiðari á Narkodeildini hjá Løgregluni, kemur at greiða frá, hvussu avlurtingartól verða nýtt í dag.

Jógvan Elias Winther Poulsen, løgfrøðingur, kemur at greiða frá, hvørji amboð verða loyvd við nýggja avlurtingarpakkanum. Eisini greiðir hann frá verandi avlurtingaramboðum.

Jón Tyril hugleiðir um týdningin av at verja rættin til privatlív og persónligt frælsi.

Øll eru vælkomin

HUXA – Fólkafloksungdómur