Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stóripallur komin upp at standa

John D. Olsen

Fyrireikingarnar til Summarfestivalin, komandi vikuskiftið, eru nú sjónligar á festivaløkinum.

Ein av fyrireikarunum, Erik Biskustø, sigur, at í ár verða partar av útgerðini fluttir til festivalin loftvegis. Talan er um hátalarar og forsterkarar, sum ikki hava verið størri á festivalunum í Føroyum í summar.

Av tí at teir longu eru komnir so væl ávegis við seta útgerð upp, so verða betri stundir, enn undanfarin ár, til at tillaga góðskuna á ljóðinum við ljóðteppum og øðrum. Hetta, samanhildið við útgerðina ið kemur uttanlands frá, skuldi borga fyri sera góðari ljóðgóðsku í ár.

Tað, sum kemur inn, skal, sum kunnugt, eisini út. Fyri at nøkta hendan natúrgivna tørv, verður wc kapasiteturin dupult so stórur sum í fjør. Í ár verða tvey wc sett upp við posthúsið, eitt við Føroya Tele, og eitt við talvhúsið.

Um alt gongur sum ætlað, so verður annleggið royndarkoyrt hóskvøldið.

Í ár hevur Summarfestivalurin keypt eitt nýtt tjald, sum eisini var komið upp at standa. Fyrireikararnir eru sera væl nøgdir við tjaldið, sum hýsir Flagspallinum, sum stendur við Skýlið.

Kort yvir festivaløkið