Sudokukappingin, sum nú er byrja, koyrir fram til jóla, og seinasta freist at senda loystar uppgávur inn til okkara, er mánadagin 16. Desember kl 15.00.
Sum vanligt, trekkja vit lut um ein kassa av Føroya Bjór hvønn mánaða og 16. Desember verður trekt um uppihaldið á Deplinum í Skálavík fyri tvey vaksin og tvey børn, ein 1 pad frá Nema, eina Webergrill frá KBI, gávukort á 1500 krónur frá INN í Klaksvík og ein kassa av sodavatn frá Føroya Bjór.
Fyri at vera við í kappingini, er neyðugt at tú loysir Sudokuuppgávurnar í blaðnum, og sendir tær inn til okkara. Innsendu uppgávurnar skulu vera kliptar úr blaðnum. Kopi, faks og teldupostar kunnu ikki nýtast, tað skal vera utkilipp úr Norðlýsinum.
Allar Sudokuuppgávurnar, sum vera sendar inn frá nú av og til 16. Desember vera við í kappingini. Men tað loysir seg at senda inn til okkara hvønn mánað, tí tá hevur tú møguleika fyri at vinna ein kassa av sodavatni frá Føroya Bjór , sum vit trekkja um hvønn mánaða frá nú av og til jóla, fyrstu ferð 2. September.
Loys Sudokuuppgávurnar í Norðlýsinum, og tú hevur møguleikan fyri góðum vinningum.




