Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Storm Boutique – handil við føroyskum designarum

Tíðindaskriv

– Alt, sum vit selja, er skapt av føroyskum designarum, bæði kendum og minni kendum – og onkur, sum vit selja vørur og lutir hjá, er enn á hobby-støði, sum eg vil rópa tað, sigur Ragnhild Kjærbo, sum saman við teimum øðrum hevur latið nýggjan handil upp í Saltangará

– Alt, sum vit selja, er skapt av føroyskum designarum, bæðikendum og minni kendum – og onkur, sum vit selja vørur og lutir hjá, er enn áhobby-støði, sum eg vil rópa tað, sigur Ragnhild Kjærbo, sum saman við teimumøðrum hevur latið nýggjan handil upp í Saltangará

 Seinasta hósdag klokkan 10 læt nýggjur og forvitnisligurhandil – Storm Boutique – upp í Saltangará. Handilin er í miðhæddini íbygninginum, har Café Cibo heldur til í kjallarahæddini á Heiðavegi 51.

Tað er eigarin av Café Cibo, Jóhannus M. Olsen, ið hevurskapt fysisku karmarnar fyri handlinum, sum tær fýra kvinnurnar, RagnhildKjærbo (Kambsdalur), Helga Dam (Saltangará), Marita Johannessen (Toftir) ogBjørt Fláaberg (Klaksvík) reka.

 

Føroyskir designarar

– Alt, sum vit selja, er skapt av føroyskum designarum, bæðikendum og minni kendum. Vit selja ymiskt, sum Mikkalina Norðberg hevur evnað,og vit selja Soul Made-pløgg, sum Beinta Poulsen hevur designað. Einasta, sumvit selja, ið ikki er føroyskt, er kovboybuksur av merkinum, Cheap Monday.

Tað sigur Raghild Kjærbo, sum er ein av teimum fýrakvinnunum, ið hava funnið saman.

– Hetta er ikki eitt heimavirki, men meira ein samling avføroyskum designarum av ymiskum slag – og onkur, sum vit selja vørur og lutirhjá, er enn á hobby-støði, sum eg vil rópa tað.

 

Full ferð á

Ragnhild sigur, at tað var so seint sum hin 22. mai, at tærfýra settu hol á hesa verkætlan, og hon dylur ikki fyri, at hetta var ísamstarvi við ALS, tí tær allar fýra tá vóru arbeiðsleysar.

– Men, vit hava so sannliga ikki verið arbeiðsleysarseinastu vikurnar. Vit hava verið í gongd næstan 24 tímar um samdøgnið, og vithava allar arbeitt rættiliga intenst hesa tíðina.

Hon vísir á, at tær hava fingið rættiliga fríar hendur atskipa øll viðurskifti í samband við handilin sjálvar, tó at tær ongar royndirhøvdu á økinum, og tað er hon sera fegin um.

– Eg haldi, at vit fýra hava nógvar ymiskar dygdir og nógvargóðar eginleikar. Onkur dugir okkurt betri enn onkur onnur, men tilsamans dugavit nógv.

Sjálv hevur Ragnhild altíð havt stóran áhuga fyri list, oghon hevur bæði teknað og málað.

– Eg havi soleiðis okkurt listarligt hjá mær við íhandlinum, og ætlanin hjá okkum er, at ymisk listarfólk skulu kunna koma inn íStorm Boutique við sínum listarverkum.

 

Klædnapløgg og annað

Ragnhild Kjærbo sigur, at handilin er býttur upp í tvey rúm,har klædnapløgg eru øðrumegin – og ymiskt annað er hinumegin.

– Umframt ymiskt klædnapløgg, selja vit eisini ymiskttilhoyri, eitt nú armbond, hálsbond, oyralokkar og onkrar møblar.

Hon sigur, at tær fýra, sum standa fyri handlinum, ikki eiganakað serligt designað ella heimavirkað í handlinum sjálvar – ikki enn, sum hontekur til.

– Nú fáa vit at síggja, hvat hetta verður til, og hvussuokkara kreativitetur, sum tíðin gongur, fer at koma til sjóndar, sigur RagnhildKjærbo.

Storm Boutique hevur opið frá mánadegi til fríggjadag fráklokkan 10-18 og leygardag frá klokkan 10-14.


 

 

Harleyfacadeacryl